Dion Vestergaard – 29/4 1927 – 17/5 2014

Dion Vestergaard andaðist leygardagin 17. mai, einans 87 ára gamal. Eg sigi einans, tí hann ætlaði sær at verða 115.
Dion var sonur Dánjal Jo­han Vestergaard úr Sumba og Jóhonnu Weihe úr Por­keri. Dánjal Johan var ein still­førur og raskur maður, fór ungur á sjómansskúla og tók skiparaprógv. Tað segðist um Dánjal Johan, at hann var góður bjargamaður. Kvøðari var hann eisini av teimum bestu. Hann andaðist í 1970.
Jóhanna var eisini ein still­før og fitt kona, sum hevði sítt kjølfesti í guðstrúnni. Hon arbeiddi í mong ár í fiski og var eitt arbeiðsgrev. Seinni var hon heimaarbeiðandi og tók sær av húsi og heimi, til hon bleiv 88 ára gomul. Hon andaðist í 1994.
Dion var næstelstur av 11 systkinum. Póla Maria, van­liga rópt Diddan, var elst. Dion livdi síni fyrstu barnaár í Sumba, og hevði hann alla ævi sína miklan tokka til Sumba og sumbingar. Hvørja ferð, hann var heima, fór hann suður til Sumbiar. Meðan mamman og pápin bygdu hús í Toftalíð í Vági, búðu tey inni hjá Nielsi og Marini Christinu Midjord. Haðani fluttu tey út í Toftalíð, ið varð barndómsheim teirra. Har bleiv lítlibeiggin, Ove, borin í heim. Tá ið Dion var 6 ár, doyði Ove einans 5 ára gamal av lungnabruna, og var tað teimum øllum dyggur smeitur. Mangan tosaði Dion um lítlabeiggjan. Síðan kom Edvin, sum tíverri doyði alt ov ungur av krabbameini. Í 1933 fingu tey Odu, sum varð uppkallað eftir Ova. Eftir Odu kom Edla, sum flutti til Danmarkar á ungum árum. Í 1935 bleiv Aksel føddur. Dion og Aksel hava verið sera tætt knýttir, serliga tey seinastu árini. Lydia var fødd í 1938 og flutti eins og Edla til Danmarkar, har báðar búðu. Bert seks dagar eftir, at Dion andaðist, orkaði Lydia ikki meir, og andaðist hon fríggjadagin 23. mai. Seinasta árið búði Lydia á einum heimi niðri í Keypmannahavn og hevði verið sjúk eina tíð. Margháttligt er, at systkinini, Dion og Lydia, stóðu undir børu samstundis. Dion, Edla og Lydia komu nógv saman niðri í Danmørk.
Síðan kom Kitty, ið var tann einasta, ið búsettist í Vági. Næstyngst er Hildi­bjørg, og tað var Dion, sum gav henni navn. Yngst av systk­unum var Dora. Dora hevur millumnavnið Borgarhjørt, og tað navnið kom eisini frá honum. Systkinini høvdu so ómetaliga nógv at siga fyri Dion. Tey vóru hansara eitt og alt, og tey hava øll hildið sera væl saman gjøgnum lívið.
Dion gekk í skúla í Vági, men hugurin stóð ikki til skúlan. Hann vildi verða sjómaður eins og pápin - tó tað var ikki bara sum at siga tað, tí heimskríggj var. Pápin vildi, at hann skuldi fara í realskúla, men tað vildi hann ikki. Hann vildi sleppa til skips, tó at hann var bara 14 ára gamal, og tað endaði við, at pápin fekk ein vinmann at taka hann við sær. Einaferð teir høvdu minuvakt, sigldu teir á eina minu. Hon brast ikki;  men vinmaðurin hjá pápanum kastaði seg oman yvir Dion, at einki skuldi henda honum, um tað brast. Eftir at hava siglt við slupp fór hann til Íslands, einans 15 ára gamal, og har róði  hann út í eini tvey ár.
Hetta var ein baldrut tíð, og Dion troyttaðist av út­róðrinum. Nú vildi hann sleppa at royna okkurt ann­að. Ein dagin, teir komu at landi, lá ein norskur bátur við bryggju. Dion bað lata seg sleppa við, fekk ja og mynstraði. Hann var eina tíð við hesum báti og savnaði sær pening saman til at kunna fara upp á skúla og taka skiparaprógv. Hann hevði sett í seg, at skipari skuldi hann verða. Tá ið hann var fyrst í 20-árum, fór hann til Noregs at taka skip­ara­prógv, og hann treivst heilt væl millum norðmenn. Noreg og norðmenn høvdu eitt serligt pláss í hjarta hans­­ara, og hann andaðist á norska tjóðardegnum.  
Dion var treiskur av lyndi. Foreldrini frættu lítið og einki frá honum í mong ár, og hann hevði sett í seg, at ikki skuldi hann venda heimaftur, fyrr enn hann var blivin rættur maður og hevði fingið sær útbúgving og skip­arakjans. Tað fyrsta, tey frættu frá Dioni sjálvum, var, tá ið hann sendi mammuni og pápanum fjarrit til at siga teimum, at hann var blivin kapteynur. Í samfull 14 ár høvdu tey bara fingið onkra hissini heilsan, hann hevði biðið onkran sjómann bera teimum. Eftir hetta var hann heima í Føroyum á hvørjum ári og vitjaði.
Vitjanirnar hjá Dioni vóru nakað heilt serligt. Sannur veitsludámur var, tá ið hann kom heim. Har var hann mið­dep­ilin, og tað elskaðu báði hann og hini. Við sín­um góða og sjarmerandi látri rúnarbant hann øll. Tað var næstan soleiðis, at systk­ini í Føroyum løgdu sær summ­ar­frítíðina eftir, nær ið Dion kom heim. Dion bleiv upp­vart­aður av einslistum. Til hvørja máltíð skuldi vera okk­urt gott omaná. Ongan­tíð betri, enn tá ið ein fløda­kaka var, tí tá livdi Dion mitt í verð­ini. Altíð vildi hann hava so nógv fólk uttan um seg sum gjørligt.
Eitt sindur eftir kríggið fór Dion at sigla við amerikanska reiðarínum United Fruit Co., sum førdi frukt millum Amerika og Evropa. Eitt skifti hevði hann bústað í Hon­duras, og hevði hann dup­ult­an borgaraskap, í Honduras og her. Tað var ikki altíð líka tespiligt hjá teimum at sigla um Atlantshav. Dion segði mangan frá vandamiklum túr­um. Einaferð kendi mamm­an ein slíkan ótta á sær og visti við sær sjálvari, at okkurt var áfatt hjá hon­um. Foreldrini løgdu seg á knæ og bóðu fyri soninum. Nakað seinni sendi Dion teim­um fjarrit, sum segði, at eldur var komin í skipið og fýra av manningini doyðu. Hinir kláraðu at fara í bjarg­ingar­bátarnar.
Síðst í 70-árum og fyrst í 80-árum fekk Dion nýggjar upp­gávur frá reiðarínum. Hann skuldi hava eftirlit við køli­skipunum, teir lótu byggja. Dion hevði verið við í allari menningini í sambandi við flutning av frukt heilt frá fimmtiárum. Tað er ikki sum at siga tað at føra frukt yvir hav við skipi úr Amerika til Evropa, tí tað er ógvuliga við­brekin farmur. Reiðaríið bygdi skipini í Gedynia í Pól­landi um hetta mundið. Har dvaldi hann rúma tíð og hitti tá Teresu, ið var úr sama býi. Tað rann saman teirra millum, og tey gjørdu av at giftast. Teresa átti dótt­rina Joannu, ið Dion tók til sín sum sína egnu dóttur. Dion og Teresa fluttu til Dan­­markar og keyptu hús í Espergærde. Hjúnalagið vardi ikki, og tey fóru hvør til sítt. Dion og Joanna høvdu eitt sera tætt samband, og hann var ómetaliga errin, tá ið hann gjørdist abbi at Olivuri fyri trimum árum síðani. Fyri góðum ári síðan var hann í Týsklandi og vitj­aði abbasonin.         
Dion gjørdist pensjónistur longu 60 ára gamal. Hann lá tó ikki á linkanum, men fann sær altíð okkurt at takast við. Reiðaríið hevði álit á hon­um, og í fleiri umførum var hann sýnsmaður í yms­um londum í Evropa. Væl dámdi honum eisini at ganga til listaframsýningar. Veitsl­urnar hjá føroyingafelagnum dámdi honum avbera væl, og Dion livdi í veruleikanum eina føroyska tilveru í Dan­mørk. Føroyahúsið í Keyp­mannahavn var sum annað heim hansara, og hagar kom hann regluliga. Líka til Dion var 85 ár róði hann við einum báti hjá kappróðarfelagnum í Keypmannahavn. Dion hitti Dianu, tey vóru sera væl og fingu fleiri góð ár saman.
Tá ið Dion búsettist í Dan­mørk, fekk hann mangan vitjan, og tað dámdi honum sera væl. Heimið hjá honum stóð altíð opið, og hann var ómetaliga gestablíður.
Hann fylgdi sera væl við í politikki og dámdi honum lítið hugsjónina, ið ríkti eystan­fyri, áðrenn jarntjaldið fell. Dion var hugtikin av Amerika og bar stóra virð­ing fyri samfelagsligu grund­­reglunum, sum orð­að­ar eru í amerisku stjórnar­skránni. Dion fylgdi líka til tað síðsta við í før­oysk­um og donsk­um poli­tikki. Hann hámetti danska væl­ferðar­samfelagið.
Sum sagt, kom Dion heim á hvørjum ári. Hann keypti barndómsheimið, sum Kitty tók sær so væl av. Har var altíð stuttligt at koma, tá ið Dion var heima. Dion var einki knarr, nei, hann vildi hava tað stuttligt. Seinastu árini kom hann ofta heim um ólavsvøku. Honum dámdi sera væl ólavsvøkuna, tí tað er besta høvi at hitta landsmenn. Altíð fór hann í føroyskan dans, tí honum dámdi so væl at dansa.     
Tá ið Dion var heima í 1994, gjørdi eg av at fara suður at vitja hann í húsum hansara úti í Toftalíð. Ætlan mín var at dvølja har suðuri eina góða viku, men hendan vikan gjørdist til fýra. Tá kom eg at kenna Dion sera væl. Dagurin byrjaði við látri, egg og bacon. Vit høvdu drúgvar og góðar samrøður um familju, átrúnað, politikk, søgu og samfelagsviðurskifti. Vit fóru seint til songar, tí vit høvdu so ómetaliga nógv at tosa um. Hann segði mær frá forfedrum okkara og yms­um, sær hevði verið fyri. Eg ætlaði altíð at skriva okk­urt um Dion, tí hann var ein meistari at siga frá, men ikki vildi hann. Har skuldi tó ikki bara etast og forteljast, vit skuldu eisini hoyggja fyri Kitty mostur. Veðrið var einki serligt, so vit sluppu ofta undan; men vit høvdu sett okkum fyri, at vit vildu fremja hetta. Vit vóru herviligir at arga hvønn annan, men altíð í góðum. Hóast vit vóru ósamdir um mangt hvat, vóru vit hoygg­ingar­menn saman. Dion helt, at hoyggingarmenn skuldi vera bæriligir, so tað tók altíð drúgva tíð hjá honum at koma niðan í bøin. Hann skuldi snáka sær, lata seg fínt og leggja til rættis. Lítið dámdi honum, at eg skuldi ganga órakaður og óslipsaður í hoyna. Skemtið var so ómetaliga gott, og tað endaði við, at ikki var neyðugt við so mongum orðum. Onkur tilsiping ella ein keipa, ikki skuldi meiri til at fáa láturin fram, og láturin hjá Dioni var smittandi og lívsjáttandi.  
Í 2008 fekk eg aftur høvi at búgva hjá Dioni. Tá skuldi eg suður at arbeiða á miðnámsskúlanum í fýra vikur í sambandi við náms­frøðiliga útbúgving. Aftur tá høvdu vit tað so ótrúliga stuttligt, aftur varð fortalt av hjartans lyst.
Dion var framúr familju­kærur, og altíð spurdi hann eftir okkum, børnunum hjá systkinunum. Hann gleddist, tá ið tað gekk við og hevði tað ikki gott, tá ið gekk ímóti.
Vágur fylgdi nógv í hjarta hansara. Tá ið hann ringdi til Kitty, spurdi hann altíð eftir ymsum fólkum í ella úr Vági. Hann fylgdi t.d. væl við avrikunum hjá Páli Joensen, sum hann var ómetaliga errin av.
Ikki sørt rørdur var hann, tá ið hann hoyrdi vágssangin. Var veitsla, vildi hann hava fólk at syngja vágssangin.
Stutt áðrenn Dion doyði, gav hann Vágs Sóknar Bygda­savni ein repil av goml­um lutum, sum hann hevði savnað gjøgnum árini. Tað sigur ikki so lítið, at Dion vildi verða jarðaður í Vági.
Dion bleiv sjúkur av krabba­meini fyri góðum ári síðani, og tað tók honum dygt, tí hann hevði altíð havt góða heilsu. Við sínum lætta sinni, royndi hann tó at sannføra seg sjálvan og síni næstu um, at hetta mundi fara at ganga. Dion hevði nógva pínu, nú hann andaðist. Diana og Joanna vóru um hann seinastu tíðina. Eitt livandi, lívsgevandi, rúmligt og skemtiligt menniskja er farið. Enn hoyrist eyðkendi láturin hjá Dioni. Maðurin er farin, men minnini liva.
-----
Tórður