Men kanska heldur um ein sera lovandi rokkbólk. Síðan bólkurin sá dagsins ljós í 2003, hava teir støðugt ment sínar gávir sum sangskrivarar. Gávur í greitt komu til sjóndar á demofløguni, ið bólkurin lat úr hondum í fyrra árið. Bólkurin hevur við luttøku í Prix Føroyum, Gospel Prixnum og á G! spælt seg beint inn í hjørtuni á nógvum áhoyrarum. Umframt eyðsýndu evnini at skriva vælklingandi gittarrokk við atmosferiskum dámi, so hevur bólkurin í sangaranum Dan Leivssyni ein frálíkan sangara. Røddin hóskar væl til tónleikin, og er við til at geva vøkru melodiiunum tann rætta kantin, stutt sagt ber røddin løgini.