Annita á Fríðriksmørk
tingkvinna Tjóðveldisfloksins.
????
35 nevndarsessir verða í valdir í hesum døgum.
Talan er um nevndarsessirnar hjá teimum almennu partafeløgunum, sum í dag eru mannaðir við 28 monnum og 7 kvinnum.
Tað almenna eigur 100% av partapeninginum, og ger tí suverent av, hvør í mannar hesar nevndir, burtursæð frá nøkrum fáum starvsfólkaumboðum, sum verða vald av starvsfólkunum á arbeiðsplássunum.
Landsstýrið velur nevndirnar á hvørjum ári, og tað er nú um várið, at nevndirnar verða valdar av nýggjum.
Í hesi vikuni hevur fokus verið sett á ójavna kynsbýtið í nevndunum, í sambandi við fyrispurning frá undirritaða til landsstýrismannin í javnstøðumálum.
Hetta átti at verið nóg góð motivatión hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, sum velur nevndirnar, og hjá landsstýrismanninum í javnstøðumálum, sum varðar av javnstøðuni, at fingið rættað uppá skeivleikan.
Landsstýrismaðurin í Vinnumálum segði við útvarpið nú um dagarnar, at orsøkin til ójavna kynsbýtið var, at kvinnurnar manglaðu tær neyðugu útbúgvingarnar, og at tað tí bara var ein spurningur um tíð, nær hetta ójavna býtið varð søga. Hann væntaði, at kvinnurnar við tíðini fóru at taka hesar útbúgvingarnar, sum vórðu neyðugar fyri at sita í hesum nevndum.
Um vit hyggja at hvørjar útbúgvingar, ið verandi nevndarlimir hava, so er í høvuðsheitum talan um økonomar, juristar og verkfrøðingar, sum í dag umboða nevndirnar. Tvs at talan er um heilt vanligar hægri útbúgvingar, sum eru rættiliga vanligar fyri bæði kvinnur og menn, eisini í Føroyum. So hatta við manglandi útbúgvingum hjá kvinnum mundi bara vera ein hjálparleys undanførsla, sum ikki kann brúkast til nakað!
Í svarinum frá landsstýrismanninum til undirritaðu, verður upplýst, hvussu býtið er í teimum ymsu almennu partafeløgunum, og sær býtið soleiðis út:
Nevndarlimir tils.KvinnurMenn P/F Fiskaaling624
P/F Føroya Tele615
P/F Atlantic Airways514
P/F Føroya Lívstrygging523
P/F Norðoya tunnilin505
P/F Vága tunnilin505
P/F Postverk Føroya312
Tilsamans35728
Tað sum ikki ger støðuna betri hjá landsstýrinum er, at av teimum 7 kvinnunum, sum manna nevndirnar í dag, eru tær flestu starvsfólkaumboð. Tvs at talið av kvinnum, sum tað almenna velur er nógv minni enn 20 %!
Men um tað er so ringt at finna ta røttu kvinnuna, hví so ikki í framtíðini ganga hugskotinum hjá Miðflokkinum á møti, um at lýsa eftir fólki til at manna hesar týdningarmiklu og framúr væl løntu nevndarsessirnar. Tá kundi embætisverkið gjørt tilmæli út frá umsóknunum, og mælt til kvinnur og menn við teimum bestu prógvunum, royndunum og eginleikum annars. Soleiðis komu vit eisini lættari burturúr illgitingum um politiskar starvssetanir. Møguliga verður hetta nakað umstendiligari enn verandi skipan, har landsstýrismaðurin peikar á fólk (menn?). Men tað ger onki, og serliga ikki tá ið talan er um nevndarsessir, sum eru nógv teir best alment løntu nevndarsessir í landinum.
Í øllum førum kann mann ikki liva við, at landsstýrið, sum enntá er mannað við 7 monnum, uttan himpr velur at velja kvinnurnar frá aftur í ár, bara tí tær eru kvinnur! AT verða kvinna eigur ikki at verða ein diskvalifikatión í sær sjálvum. Hetta vóni eg, at landsstýrið tekur í álvara, nú fokus er sett á málið. Landsstýrismaðurin í javnstøðumálum lovaði so í løgtinginum mikudagin, at hann vildi heita á landsstýrismannin í Vinnumálum um at taka atlit at javnstøðulógini, hóast almennu partafeløgini ikki eru fevnd av hesi lóg. Almennu partafeløgini eru hinvegin fevnd av partafelagslóggávuni, sum als ikki tekur hædd fyri javnstøðu.
So vóni eg, at Hans Pauli meinar nakað við hesa áheitan og at Bjarni tekur hana í álvara!
Livst so spyrst!
Vónandi vil umrøðan, sum verið hevur um málið hesa vikuna flyta okkum eitt fet frameftir!