Djokovic reyk út

Púra óvæntað: Hetta var fyrstu ferð í átta ár, at hann reyk út so tíðliga.

Fyri fyrstu ferð síðani 2008 verður ein av heimsins bestu tennisspælarum, Novak Djokovic, ikki at síggja í triðja umfari av einari Grand Slam-kapping.


Tað er greitt, nú serbiska tennisstjørnan púra óvæntað tapti í øðrum umfari av Australian Open ímóti Denis Istomin úr Usbekistan.


Novak Djokovic var annars á odda 2-1 í settum, men Istomin, sum er nummar 117 á heimsstyrkislistanum, stríddi seg inn aftur í dystin og vann 3-2.


Settúrslitini vóru 7-6, 5-7, 2-6, 7-6, 6-4. 30 ára gamli Denis Istomin hevur verið fulltíðarleikari í 12 ár, men hevur einans vunnið eina ATP-kapping.