DMI boðar frá ódn í nátt

Eitt skifti verður stormur í støðum, 25 til 28 m/s, í hvirlunum upp í ódn, umleið 35 m/s.

Ein hátrýststryggur, umleið 1010 hPa, fór í nátt framvið okkum. Eitt lágtrýst, umleið 990 hPa, vestan fyri Írland, fer í ein norðan móti Íslandi og dýpist, meðan ein hitabrúgv fer kemur inn yvir landið av suðri. Í kvøld og í nátt fer ein kuldabrúgv haðani, við nógvum vindi, framvið. Komandi dagarnar fara fleiri lágtrýst móti Íslandi av suðri og brúgvaløgini haðani geva stundum regn og vind í Føroyum.

 

Veðrið í dag

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/s, seinnapartin øtlar hann vindin og út á kvøldið og náttina verður skrið ella stormur av útsynningi, 18 til 23 m/s, í hvirlunum upp í 27 til 32 m/s. Eitt skifti verður stormur í støðum, 25 til 28 m/s, í hvirlunum upp í ódn, umleið 35 m/s. Skýggjað og támut og stundum regn. Út á náttina snarar hann í ein vestan og makar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, og tað klárar í. Hitin alt samdøgrið millum 6 og 10 stig.

 

Í morgin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útsynningi, 10 til 15 m/s, sum út á dagin makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, og seinni lækkar í ein sunnan. Fyrst yvirhøvur turt og sólglottar, seinni skýggjað og út á seinnapartin regn. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin í strúk í vindi upp í skrið av suðri, 13 til 18 m/s, í hvirlunum upp í storm ella í støðum hvassan storm, 23 til 26 m/s. Skýggjað og támut og stundum regn. Hitin alt samdøgrið millum 6 og 10 stig.

 

Fríggjadagin

Hvassur vindur ella skrið av suðri, 15 til 20 m/s, í hvirlunum upp í storm, um 25 m/s, meðan hann út á dagin fer í ein vestan og makar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og támut og stundum regn, men seinnapartin klárar í av vestri, tó okkurt æl. Um kvøldið og náttina minkar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin um dagin millum 7 og 10 stig, um náttina millum 1 og 6 stig.

 

Leygardagin

Lot til andøvsgul av vestri, sum lækkar í ein sunnan, 3 til 8 m/s, og út á seinnapartin veksur vindin aftur. Sólglottar og yvirhøvur turt. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og támut og regn meginpartin av náttini. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 8 stig.

 

Sunnudagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og támut og stundum regn. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 9 stig.

 

Mánadagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s, sum út á dagin fer í ein vestan. Samdrigið og ælaveður, serliga fyrrapartin. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 8 stig.