Køld luft við ælum, møguliga vátaslettingi og kava, koma inn yvir oyggjarnar av útnyrðingi og norðri. Í morgin fer eitt brúgvalag við regni og vindi framvið av vestri og síðani kemur lýggjari luft við ælum. Mitt í næstu viku kemur eitt nýtt brúgvalag framvið av vestri og síðst í vikuni enn eitt djúpt lágtrýst.
Í dag
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi og norðri, 10 til 15 m/s, møguliga harðar hvirlur. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur ella kavi og hitin millum 1 kuldastig og 4 hitastig. Sum frá líður makar hann vindin av norðri. Sólglottar, men kava- ella vátaslettingsæl, men út á dagin slítur í og tað verður lutvíst klárt. Hitin um 3 stig. Í kvøld og í nátt eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s, turt og lutvíst klárt, men út á náttina øtlar hann vindin av suðri í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Hitin í nátt 4 til 7 stig.
Í morgin
Strúkur í vindi upp í skrið av suðri, 13 til 18 m/s, sum út á dagin snarar í útsynning og makar í stívt andøvsgul, upp í 10 m/s. Skýggjað og regn, seinni samdrigið og okkurt æl. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina niður í 4 stig.
Týsdagin
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 m/s, um náttina í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, men eitt skifti um náttina skýggjað og regn. Hitin millum 5 og 10 stig.
Mikudagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum út á seinnapartin snarar í sunnan og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Fyrst samdrigið og ælaveður, seinni skýggjað og regn. Hitin millum 6 og 10 stig. Um náttina hvassur vindur ella skrið av útsynningi, sum snarar í útnyrðing, 15 til 20 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður og hitin millum 3 og 7 stig.
Hósdagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum makar í lot til andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 5 og 8 stig. Um náttina øtlar hann aftur vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, og tað fer at regna. Hitin um kvøldið millum 1 og 4 stig, um náttina upp í 8 stig.
Fríggjadagin
Skrið ella stormur av suðri og vestri, 20 til 25 m/s. Fyrt regn, seinni ælaveður. Hitin fer úr 4 til 7 stigum upp í 10 stig.