DMI: Ikki fjallveður fyrr enn mikudagin

Brúgvaløg við regni flyta seg inn yvir Føroyar av suðri. Hósdagin og fríggjadagin trokar eitt skifti meiri turr luft seg fram av útsynningi.

 

Í dag verður lot til andøvsgul av eystri og landsynningi, 3 til 8 m/s. Sum frá líður skýggjað og út á dagin regn av suðri. Hitin um 12 stig. Um náttina lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 m/s. Framvegis regn, men sum frá líður fyri tað mesta turt. Hitin niður í 10 stig.

 

Týsdagin verður lot til andøvsgul av útsynningi og suðri, sum um náttina snarar í ein landsynning, 3 til 8 m/s. Skýggjað og támut og regn av og á. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 13 stig.

 

Mikudagin øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, út á seinnapartin snarar hann í ein útsynning og øtlar í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og regn av og á, um náttina klárar nakað í. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 15 stig.

 

Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta turt og sólglottar. Hitin millum 10 og 13 stig.

 

Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 3 til 8 m/s. Fyri tað mesta turt og sólglottar. Hitin millum 10 og 13 stig.

 

Leygardagin verður lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Skýggjað og regn av og á. Hitin millum 10 og 13 stig.

 

Hóast danska veðurstovan ikki gevur góðar vónir um fjallveður hesa vikuna, so sigur norska veðurstovan, at fínasta fjallveður er allar dagarnar. Veðurforsøgnin hjá Yr er at síggja her.