DMI: Soleiðis verður veðrið í dag

DMI roknar við, at veðrið verður hampiligt í dag

Í dag klokkan 14 verður ólavsøkan sett

Danska veðurstovan DMI sigur í seinastu forsøgnini, at tað fyri tað mesta verður turt í dag. Tað verður eitt sindur av vindi, og hitin kemur upp í 14 stig.

 

DMI sigur, at í dag verða 8-10 m/s av suðri og útsynningi, seinnapartin upp í 13 m/s. Tað verður samdrigið ella skyggjað og disut veður, men fyri tað mesta turt. Hitin verður millum 12 og 14 stig.

 

Í kvøld og í nátt veksur vindurin upp í 10-15 m/s av suðri. Tað verður skýggjað og út á náttina nakað av regni vestaneftir. Hitin verður millum 10 og 12 stig.

 

Í dag klokkan 14 verður ólavsøkan sett