DMI: Upp í 23 hitastig á ólavsøku

Danska verðurstovan roknar við góðum veðri ólavsøkudagarnar

Fær danska veðurstovan DMI rætt í sínum metingum og greiningum, verður gott veður í Føroyum á ólavsøku.

Tríggir dagar eru til ólavsøkuaftan, og so hvørt sum ólavsøka nærkast, gerst sannlíkindi fyri røttum veðurforsøgnum størri.

DMI roknar við, at ólavsøkuaftan verður 5-10 m/s av landsynningi og eystri. Turt og sól í støðum. Hitin verður millum 15 og 20 stig.

Ólavsøkudag verður 2-7 m/s av landsynningi og eystri. Turt og sól í støðum, sum frálíður skýggjað. Hitin verður millum 15 og 20 stig – í støðum kann hitin koma upp í 23 stig.

Um best veðrið og mesti hitin verður júst í Havn, sigur DMI einki um, men í øllum førum er veðurforsøgnin góð fyri alt landið. 

Eisini norska veðurtænastan YR roknar við góðum og turrum veðri ólavsøkudagarnar.