Danska veðurstovan roknar við góðum veðri fleiri dagar í vikuna. Serliga mikudagurin kann verða góður við sólskini.
DMI sigur, at í dag verða 5-10 m/s av útsynningi og vestri. Skýggjað og támut veður, nakað av regni fyrrapartin. Seinnapartin 3-8 m/s av vestri og útnyðringi. Tað klárnar, og tað verður nakað av sól. Hitin um 10 stig.
Týsdagin verða undir 5 m/s av ymsum ættum, sum frálíður 2-7 m/s av útsynningi. Nakað av sól, men út á dagin meira skýggjað og turt veður. Hitin millum 11 og 16 stig, um náttina um 10 stig.
Mikudagin verða 5-10 m/s av útsynningi og vestri. Skýggjað og turt, út á dagin klárnar av vestri, og sólin fer at skína í flestu støðum. Hitin um dagin millum 11 og 16 stig, um náttina um 10 stig.
Hósdagin verða 2-7 m/s av suðri. Nakað av sól, seinni meira skýggjað, í støðum ælaveður. Hitin um dagin millum 12 og 17 stig, um náttina millum 10 og 12 stig.
Fríggjadagin 2-7 m/s av suðri. Samdrigið og móti kvøldi regn. Hitin millum 10 og 15 stig, um náttina 8 til 10 stig.