DMI ávarar ímóti flúgving í Danmark

Danska veðurstovan ávarar flogfeløgini ímóti at flúgva í danska loftrúminum, tí øskan kann vera ov tøtt í støðum. Naviair, sum hevur ábyrgdina av flogtrygdini, hevur annars loyvt flúgving í øllum tí danska loftrúminum, um flogfeløgini annars halda galdandi reglur hjá Statens Luftfartsvæsen.

-Vit hava sent út eina fráboðan, sum er galdandi til klokkan tvey seinnapartin (donsk tíð), og sum sigur frá hættisligum øskuskýggjum, sigur Leif Andersen hjá DMI við Politiken.

Hann skilir ikki, hvussu Naviair kann koma til ta niðurstøðu, at tað eru bara tunn øskuskýggj í danska loftrúminum.

Bo Pedersen hjá Naviair heldur, at danska veðurstovan hevur misskilt okkurt, tá hon ávarar ímóti flúgving í danska loftrúminum.