Hann sigur frá ringasta veðri í morgin, men longu í dag bindur Strandferðslan um heilan fingur og boðar frá, at avlýsingar og seinkingar eru væntandi, bæði í koyringini hjá Bygdaleiðum og í siglingini hjá ferðafólkaskipunum.
Og tað verður um alt landið, heilt úr Viðareiði, vestur til Sørvágs, og suður til Sumbiar, at fólk skulu fyrireika seg upp á ólag á almennu ferðsluni í morgin, bæði á sjógvi og á landi. Eisini Atlantsflog hevur avlýst túrin til og úr Billund í morgin árini.
Eftir veðurtíðindunum fer hann at øtla veðrið av álvara í nátt, tí tá verður skrið ella stormur av norðri og landnyrðingi, 20 til 25 metrar um sekundið, men í hvirlunum upp í ódn, 30 til 37 metrar um sekundið. og í morgin verður einki frægari og tað verður ikki fyrrenn einaferð í annaðkvøld, at hann minkar vindin eitt sindur.