Ódnartøk: Gott høvi at royna okkurt nýtt

 – Vit hava áður gjørt royndir við ymsum fyri at vita hvat kann lata seg gera og ikki. Í fjør var til dømis eitt 10-mannafar manna við bæði mann- og konufólki, og báturin kláraði seg væl í kappingini, leggur Teitur Samuelsen aftrat.

 

Annað umfar av ódnartøkum verður leygardagin í Runavík klokkan 13. Einans 27 manningar vóru til fyrsta umfarið í Miðvágið, og til hetta umfari vera 28 manningar. Hetta eru fleiri manningar enn til somu kapping í fjør, men færri enn til ódnartøk í vár. Ilt er at siga hví undirtøkan til annars væl umtókta tiltakið er minni um heysti í mun til um várið.

 

 

Teitur Samuelsen er ein av fyrireikarunum og hann heldur at lítla undirtøkan kann koma av ymsum orsøkum.

 

 

- Tað vísir seg at tað er ringt at manna teir størru bátarnar, hetta allarhelst av at fleiri rógvarar fara niður í lestrarørindum. Hetta kann tó ikki vera frágreiðingin uppá tær fáu barnamanningarnar, har til dømis bert tvær manningar luttaka hjá teimum yngstu dreingjunum, sigur Teitur Samuelsen sum í fleiri ár hevur verið við at skipa fyri væl umtókta tiltakinum.

 

 

- Ein annar møguleiki er at fólk eru troytta av drúgva kappingarárinum sum er fari við so nógvari tíð hjá íðkarunum. Men heystkappingin í ódnartøkum er nettup til frama fyri teimum sum eru troytta og heldur vilja taka sær av løttum, tí her er dámurin meira sosialur og fólk eru meira við fyri stuttleikan heldur enn kappingina.

 

 

 – Vit hava áður gjørt royndir við ymsum fyri at vita hvat kann lata seg gera og ikki. Í fjør var til dømis eitt 10-mannafar manna við bæði mann- og konufólki, og báturin kláraði seg væl í kappingini, leggur Teitur Samuelsen aftrat.

 

 

Júst hetta lýsir væl andan í heystkappingini, har lindi er meira lætt og kappingin ikki verður tikin alt ov tungt. Tí er hetta eitt gott høvið hjá bæði fyrireikarum og ymsum manningum at royna ymiskt nýtt.

 

 

Fyrireikararnir hava í ár gjørt roynd við at deila dreingjaróðurin upp í tveir aldursbólkar fyri at eggja dreingjunum at luttaka. Tann eldri aldursbólkurin er við dreingjum upp í 20 ár, og hin er upp til 18.

 

 

- Tú sært onga aðra ítróttargrein ið hevur so nógvar aldursbólkar sum kappast ímóti hvør øðrum. Tað má alt annað líka, vera vónleyst fyri eina barnamanning at koma upp í dreingjaróður og skulu rógva ímóti 18-19 ára gomlum dreingjum. Í veruleikanum hava teir ongan møguleika, og kanska heldur ikki tá teir rógva annað árið í dreingjaróðri, heldur Teitur Samuelsen.

 

 

- Tað er hóast alt stuttligari at kappast tá ein hevur møguleika at vera við í kappingini, Hetta hevur partvís rigga, tí vit hava sæð at onkrar eldri dreingjamanningar hava melda til róðurin fyri 6-mannafør heldur enn 5-mannafør sigur Teitur Samuelsen at enda.

 

 

Startrøðin til annað umfar av ódnartøkum sær soleiðis út:

 

 

Riðil 1

 

 

Barnaróður dreingir

 

9 Ingibjørg
8 Pílur

 

 

5-mannafør gentur

 

10 Falkur
9 Drekin
8 Frúgvin
7 Blikur

 

 

6-mannafør menn

 

10 Hósvíkingur
9 Lómur
8 Páll Fangi
7 Gongurálvur

 

 

Riðil 2

 

 

5-mannafør kvinnur

 

11 Sølmundur (6-mannafar)
10 Teistin
9 Jallurin
8 Tekla

 

 

Barnaróður gentur

 

11 Spógvin
10 Pílur
9 Ingibjørg
8 Frúgvin
7 Fípan Fagra

 

 

8-mannafør

 

9 Árnfirðingur
8 Argjabáturin

 

 

Riðil 3

 

 

5-mannafør dreingir

 

10 Jallurin
9 Sílið
8 Drekin
7 Ørnin
6 Báran

 

 

10-mannafar

 

9 Havarbáturin
8 Nólsoyingur

 

 

Síðsta umfar av heystkappingini í ódnartøkum verður í Hvannasundi 16. september. In.fo fylgir róðrinum.