Ódnartøk útsett

Ringt veður hevur við sær at fyriskipararnir av ódnartøkunum hava flutt ódnartøkini.

Ætlanin var at annað umfar av ódnartøkum skuldi avgreiðast í Miðvági leygardagin klokkan 13, men vegna vánaliga veðurforsøgn eru ódnartøkini útsett til sunnudagin klokkan 15. Fyriskipararnir vænta at tiltaki er avgreitt innan tveir tímar.

 

Spennandi verður at vita um teir førandi bátarnir megna at halda leiðsluna eftir ódnartøkini sunnudagin. Klaksvíkskingur, ið er mannaður við FM manningini hjá Nevinum Reyða frá í summar vann allar tríggjar róðrarnar í Hvannasundi, men í tættari kapping við Ormin Langa. Søgan var so at siga tann sama í øllum bátastøddum, men har størst munur var á, var hjá 6-mannaførum kvinnum, har Sundabáturin vann sannførandi.

 

Eitt sindur ógreitt er hvussu liðkappingin er skipað, men um hon er skipað eins og í 2014 fáa barnamanningar, ið gjøgnumføra allar 3 róðrarnar á degnum 2 stig eyka. Annars gevur eitt fyrsta pláss trý stig, annað pláss gevur tvey stig og triðja pláss gevur eitt stig til liðkappingina.

 

Um so er liggur Róðrarfelagið Knørrur 2 á odda við 10 stigum, hóast at eingin av bátunum vann nakran róður. Jallurin, Pílurin og Ormurin Langi blivu allir nummar tvey í sínum róðrum, men av tí at Jallurin og Pílurin eru barnamanningar fáa tey tvey stig afturat í part.

 

Støðan í liðkappingini sær soleiðis út:

 

Róðrarfelagið Knørrur 2 – 10 stig
Jallurin barnaróður dreingir
Pílur barnaróður gentur
Ormurin Langi 10mf

 

Havnar Róðrarfelag 3 – 8 stig
Drekin barnaróður dreingir
Sílið 5mf gentur
Títtlingur 5mf dreingir

 

Havnar Róðrarfelag 2 – 6 stig
Sílið barnaróður dreingir
Sílið barnaróður gentur
Gongurólvur 5mf kvinnur

 

Havnar Róðrarfelag 1 – 6 stig
Drekin 5mf kvinnur
Dreking 5mf gentur
Havnarbáturin 10mf

 

Argja Róðrarfelag – 6 stig
Teistin 5mf kvinnur
Teistin 5mf dreingir
Argjabáturin 8mf

 

Róðrarfelagið Knørrur – 5 stig
Jallurin 5mf dreingir
Knørrur 8mf
Kongurin 10mf

 

Barnamanningarnar fáa sum áður nevnt skuldu ódnartøkini avgreiðast leygardagin klokkan 13, men eru útsett, vegna veður, til sunnudagin klokkan 15.
In.fo fylgir róðrunum.