Í gjár, sunnudagin 22. mai var síðsta umfar av ársins vár Ódnartøkum avgreitt. Ódnartøkini vóru annars útsett frá leygardegnum vegna veður, men henda sunnudagin var veðrið av tí allar besta. 33 manningar vóru møttar og serliga vóru nógvar yngri manningar sum royndu seg. Nøkur óvænta úrslit vóru at síggja, men onki sum gjørdi nakað við samlaðu kappingina.
Fyrsti riðil: Barnaróður dreingir – 5-mannafør kvinnur – 5-mannafør gentur
Í fyrsta riðili sá alt út til at vera sum tað hevði verið frammanundan, men í øðrum róðri í 5-mannaførum kvinnum tapti Jallurin sín fyrsta róður í ár aftanfyri Drekan, sum eisini vann triðja róðurin, og harvið vann fult stigatal fyri dagin.
Í barnaróðri dreingjum hava teir umborð á Ingibjørg og Falkinum verið raskir at møtt upp hóast heldur ringa uppmøting frá øðrum bátum í sama bólkið. Ingibjørg hevur tó havt munin allan vegin ígjøgnum og vann eisini allar tríggjar róðrarnar.
Í 5-mannaførum gentum vóru heili seks bátar við til dagin, men heldur ikki hendan dagin kundi nakar gera nakað við sigursvandu genturnar umborð á Firvaldi sum hava vunnið allar róðrarnar higartil. Tó so var tað kapping um hini plássini stórt sæð ongin bátur endaði á sama plássi allar róðrar. Blikur fann knappliga stevi eftir tveir róðrar á sætta plássi og komu tær í síðsta róðrinum á mál á øðrum plássi.
Annar riðil: 6-mannafør menn – barnaróður gentur –8-mannafør
Í 5-mannaførum gentum hevur nýggi báturin Ingibjørg vunnið allar róðrarnar higartil, og so var aftur. Tætt var ímillum hinar tríggjar bátarnar, men allir róðrarnar endaði Tekla á øðrum plássi, Sílið á triðja plássi og Pílur á fjórða plássi.
6-mannaførini við monnum Hvessingur og Hósvíkingur hava verið við til øll trý umførini, og Hvessingur hevur allar róðrarnar megna at hildið Hósvíking aftanfyri. Soleiðis var eisini síðsta umfari, og Hvessingur vann allar tríggjar róðrarnar.
8-mannaførini Miðvingur og Árnfirðingur hava somuleiðis verið við til øll umførini. Her hevur Árnfirðingur verið stinnari, men í gjár fingu teir kapping. Tó ikki frá Miðvingi sum endaði aftast allar róðrarnar, men bæði Argjabáturin og Gullbrandur vunnu róðrarnar. Árnfirðingur fór tó ongantíð longur aftur enn annað pláss, og vinnur væl og virðiliga samlaðu kappingina.
Triði riðil: 5-mannafør dreingir – 6-mannafør kvinnur – 10-mannafør
Undirtøkan hjá 10-mannaførunum í ár hevur verið beinleiðis ring, og henda dagin í Vestmanna var onki undantak. Onki 10-mannafar møtti upp og um orsøkin er at Norðoyastevna er Leygardagin ella um tað er hugurin sum manglar er ilt at siga.
Somuleiðis hava ikki nógvir bátar verið í 6-mannaførum kvinnum, men teir báðir bátarnir Páll Fangi og Sølmundur hava verið trúgvir. Fortuna hevur verið við til tey bæði síðstu umførini og hava kappast við Páll Fanga um annað pláss, meðan Sølmundur hevur verið væl sterkast og vunnið allar róðrarnar. Spennandi verður at síggja um tær fáa ført gongdina víðari og bjóða Rádna av í FM kappingini.
Í 5-mannaførum dreingjum luttóku heili átta bátar og kappingin var sera hørð um plássini. Aldrin var munurin á fyrsta og síðsta bátinum meir enn trý sekund, og fáir bátar høvdu sama pláss allar tríggjar róðrarnar. Sílið, sum hevur vunnið annað plássið hvørja fer, megnaði at koppa Fípuni Føgru sum annars hevur verið einaráðandi og sum eisini vinnur samlaðu kappingina.
Samlaðu úrslitini frá várkappingini í Ódnartøkum.
10-mannafør:
Klaksvíkingur – 13 stig
Drekin Reyði – 7 stig
Ormurin Langi – 6 stig
8-mannafør:
Árnfirðingur – 20 stig
Miðvingur – 15 stig
Argjabáturin – 7 stig
Gullbrandur – 5 stig
Knørrur – 4 stig
6-mannafør kvinnur:
Sølmundur – 21 stig
Páll Fangi – 16 stig
Fortuna – 12 stig
6-mannafør menn:
Hvessingur – 21 stig
Hósvíkingur – 16 stig
Sundabáturin – 6 stig
Gongurálvur – 6 stig
5-mannafør kvinnur:
Jallurin – 20 stig
Drekin – 19 stig
Teistin – 15 stig
Tekla – 8 stig
5-mannafør gentur:
Firvaldur – 21 stig
Báran – 16 stig
Blikur – 14 stig
Pílur – 6 stig
Falkurin – 6 stig
Fenja – 4 stig
5-mannafør dreingir:
Fípan Fagra – 20 stig
Sílið – 19 stig
Ingibjørg – 12 stig
Jallurin – 10 stig
Drekin – 8 stig
Pílur – 7 stig
Havfrúgvin – 2 stig
Firvaldur – 2 stig
Barnaróður gentur:
Ingibjørg – 21 stig
Pílur – 15 stig
Tekla – 12 stig
Sílið – 5 stig
Barnaróður dreingir:
Ingibjørg – 21 stig
Falkurin – 18 stig