Ódnarveður hevur kravt í minsta lagi 53 mannalív í Evropa um vikuskiftið. Veðrið var serliga ringt í Fraklandi, har millum 45 og 50 fólk eru deyð. Umleið ein millión fronsk húski mistu streymin, og terminalurin í Charles de Gaulle-floghavnini í París fekk skaða, so fleiri fráferðir máttu avlýsast.
Franski forsætisráðharrin, Francois Fillon, hevur lýst ódnarveðrið sum eina náttúruvanlukku, og Nicolas Sarkozy, forseti, fer at vitja tey ringast raktu økini í dag.
Í Spania og Portugal kravdi ódnarveðrið minst fýra mannalív, og í Suðurtýsklandi doyði ein maður, tá ein grein datt oman yvir hann.