Tropiska melduródnin Roke hevur kravt fýra mannalív í Japan, og ódnin hevur elvt til stórar trupulleikar í samferðsluni á leiðini við høvuðsstaðin Tokyo. Umleið 300 flogferðir eru avlýstar, og ódnarveðrið darvar eisini tokferðsluni nógv.
Kjarnorkuverkið Fukushima, sum fór illa av jarðskjálvtanum og flóðalduni í mars, er ikki langt norðan fyri Tokyo, og myndugleikarnir bera ótta fyri, at verkið kann fáa uppaftur størri skaða av ódnarveðrinum. Teir hava tí sett fleiri eyka trygdartiltøk í verk á verkinum, og meiri enn 300.000 fólk eru flutt burtur úr økinum.
Roke hevur óvanliga nógv regn við sær, og tí verður roknað við, at hon fer at elva til vatnflóð nógvastaðni miðskeiðis í landinum.
Hetta er onnur melduródnin í Japan í hesum mánaðinum. Tann fyrra, Talas, kostaði umleið 100 mannalív og gjørdi stóran skaða.