Tropiski stormurin Washi, sum hevur herjað tann syðra partin av Filipsoyggjunum, hevur kravt í minsta lagi 180 mannalív, men myndugleikarnir gera samstundis vart við, at umleið 400 fólk eru ikki komin afturíaftur.
Ein hernaðartalsmaður sigur fyri tíðindastovunum, at á oynni Mindanao eru 134 fólk funnin deyð. Borgarstjórin í býnum Iligan sigur, at gloprarregnið fekk áirnar at fara upp um áarbakkarnar, og at tað hendi so brádliga, at fólk fingu ikki stundir til at sleppa sær burtur.
Umframt vatnflóð hevur Washi elvt til fleiri skriðulop, sum eisini hava gjørt stóran skaða.