Ídnir bókakjakarar bjóða okkum av
Teirra kjak um bøkur og mentan stimbrar til at hyggja nærri at føroyskari bókmentaviðgerð og ummælaramentan, heldur dr. art, Anne-Kari Skarðhamar, sum fyrr í ár læt geva út brævaskiftið hjá Chr. Matras við William Heinesen og Karsten Hoydal
<InvalidTag content="" name="Titel" />
<InvalidTag content="" name="Nøgleord" />
<InvalidTag content="text/html; charset=utf-8" http-equiv="Content-Type" />
<InvalidTag content="Word.Document" name="ProgId" />
<InvalidTag content="Microsoft Word 2008" name="Generator" />
<InvalidTag content="Microsoft Word 2008" name="Originator" />
<o:p> </o:p>
Bókamentan<o:p></o:p>
Anna V. Ellingsgaard<o:p></o:p>
[email protected]<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Tað var ein hending av teimum stóru í føroyskari bókamentan, tá forlagið Fróðskapur í summar gav út bókina Christian Matras' brevveksling med William Heinesen og Karsten Hoydal, sum dr. art., Anne-Kari Skarðhamar hevur ritstjórnað. Í ummæli í Dimmalætting aftraði rithøvundurin Jóanes Nielsen seg ikki við at nevna útgávuna »eitt framúr gott íkast til eina føroyska mentanarsøgu«. Samstundis fekk bókin hann at undra seg yvir, hví føroyingar ikki eru ídnari, tá tað ræður um at geva út slík eldri brævaskifti millum týðandi føroysk mentanarfólk.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Kjak um ummæli<o:p></o:p>
Tað kann so hava sínar orsøkir, men sjálv vónar ritstjórin netupp, at bókin kann geva íblástur til aðrar útgávur av føroyskum rithøvundabrøvum. Til dømis er kjakið millum hesar høvundarnar ein avbóðing til at hygga nærri at føroyskari bókmentaviðgerð og ummælaramentan, heldur hon.<o:p></o:p>
- Eg helt tað vera sera áhugavert at fylgja kjakinum millum Heinesen og Matras um kriteriu fyri bókmentakritikki í Føroyum. Í einum av brøvunum hevur William Heinesen eina langa hugleiðing um sambandið millum ólærd og list. William heldur, at bæði bókmentir, tónleikur og myndlist hava brúk fyri einum undirskógi av amatørum sum gróðarbotni fyri veruligari list, sigur Anne- Kari Skarðhamar.<o:p></o:p>
Hetta sæst millum annað í einum brævi frá 22. apríl í 1936, har William Heinesen skrivar: »Uden Musikdillettanter simpelthen intet musikkliv, kun en Stab Fagmænd paa den ene Side og en uvidende og musikalsk hjerteløs Hob paa den anden.(…) Paa lignende Maade m.H.t. Malerkunst og Litteratur (). <o:p></o:p>
Uttan tó at verja listarligt krotusmíð, heldur William Heinesen eisini, at bókaummæli eiga at vera pedagogisk og varislig, meðan Christian Matras vil hava litteraturkritikk á europeiskum støði.     <o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Breiðan lesaraskara<o:p></o:p>
Í heila tikið heldur ritstjórin, at bókin vendir sær til ein sera breiðan lesraraskara og í øllum førum til øll, sum hava áhuga fyri føroyskum bókmentum.<o:p></o:p>
- Millum annað vísa brøvini, hvussu ótrúliga stóra vitan, William Heinesen hevði um mentan, og brøvini koma ofta sera víða um í hugleiðingun um norðurlendskar bókmentir og europeiska leik- og filmslist. Hartil eru nógv av hansara brøvum smáar skaldsligar perlur í sær sjálvum, sigur Anne-Kari Skarðhamar.<o:p></o:p>
Hon leggur afturat, at partar av hesum brævasamrøðum eisini geva beinleiðis innlit í tað arbeiðið, sum teir tríggir løgdu í at geva út skaldskap hjá øðrum, ritstjórna tíðarrit og teirra meiningar um mentan, politikk og føroyskar bókmentir samanborið við aðrar norðurlendskar og europeiskar bókmentir.<o:p></o:p>
Eisini er tað áhugavert at síggja, hvussu erligir teir eru í metingini av yrkingum og tekstum hjá hvørjum øðrum, har teir ofta ikki leggja fingarnar ímillum. <o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Ósensurerað<o:p></o:p>
Teir tríggir rithøvundavinirnir kundu eisini vera rættiliga besøgnir í aðrar mátar. Í onkrum av brøvunum skriva teir milt sagt ikki serliga vinarliga um onnur navngivin fólk, og hetta hevur argað onkran lesara. <o:p></o:p>
Spurd, hví hon valdi at taka hesi brøvini við, sigur Anne-Kari Skarðhamar, at frá byrjan í arbeiðnum við bókini, gjørdu tey, sum eiga rættindini til brøvini, greitt, at her skuldi onki sensurerast ella klippast burtur. Hesum var hon samd í, eisini tí vanlig mannagongd aðrastaðni er, at slík brævaskifti verða givin út uttan at kutað verður í teimum. <o:p></o:p>
- Um vit høvdu valt at sensurera brøvini, hevði tað eisini beinanvegin ført til spurningin um, hvar vit skuldu byrja og enda. Hvørjar treytir skuldu tá setast fyri, hvat skuldi sleppa við ella ikki, og hvør skuldi sett tær treytirnar? Onkur ivamál stungu seg upp á vegnum, men eftir at hava mett og kjakast um tey, valdu vit at halda fast í prinsippinum um at prenta alt, sigur ritstjórin.<o:p></o:p>
Hon er greið yvir, at brøvini innihalda nøkur brot, sum eru lítið smikrandi fyri tey, sum verða umrødd, men her ræður um at duga at síggja mentanarliga týdningin og virði í teimum.
-Endamálið við útgávuni er ikki at eggja øsingarhugin og gølutrongdina hjá einstøkum lesarum. Sjálvt um føroyska samfelagið er lítið, og fólk hava gott minni, so meini eg, at brævaútgávur í Føroyum skulu fylgja somu reglum, sum galda aðrastaðni.
Avgerðin um at endurgeva brøvini í síni heild og sum tey vórðu skrivað, er eisini orsøkin til mongu stavivillurnar, sum onkur hevur undrast yvir.<o:p></o:p>
- Eg havi við vilja varðveitt stavivillurnar, tí uttan tær eru brøvini ikki ektað og høvdu ikki givið eina sanna mynd av teimum, sum skrivaðu tey og teirra umstøðum. Vit skulu minnast til, at ein part av hesum tíðarskeiðnum høvdu teir tríggir lítla og onga frálæru fingið í føroyskum, greiðir ritstjórin frá.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Ikki fyri at sneyta <o:p></o:p>
Hóast nógv av brøvunum eru sera persónlig, hevur Anne-Kari Skarðhamar ikki kent seg sum ein sneytara, meðan hon hevur arbeitt við teimum.<o:p></o:p>
- Bæði William Heinesen, Christian Matras og Karsten Hoydal vóru fullgreiðir yvir, at teirra brøv kundu fáa áhuga fyri eftirtíðina, og tað er ongin ivi um, at tað var tí í huga, at teir goymdu tey. Ein stóran part av brøvunum hava teir eisini sjálvir latið søvnum í varðveitslu, minnir ritstjórin á.<o:p></o:p>
Tá so eisini eftirkomararnir hjá høvundunum, Árni Matras, Zacharias Heinesen og Gunnar Hoydal eggjaðu henni til at geva brøvini út og góvu síni skriftligu loyvi, byrjaði hugskotið til bókina av álvara at fáa skap.<o:p></o:p>
- Fyri meg byrjaði hetta við, at eg fekk innlit í nøkur brøv hjá Christiani Matras í sambandi við eina ritgerð, eg skrivaði. Seinni sá eg svarbrøvini hjá William og Karsten, og spakuliga byrjaði hetta brævaskiftið at gerast ein heild, sum eg helt kundi verið áhugaverd hjá øðrum at fáa innlit í, sigur Anne-Kari Skarðhamar.<o:p></o:p>
Fyri at gera brøvini lættari atkomilig hjá øðrum, fór hon undir at skriva frágreiðandi viðmerkingar til persónar og hendingar, sum brøvini sipa til. Sjálv metti hon heldur ikki, at brøvini, sum mangla, skuldu verða ein forðing fyri, at restin kom út.<o:p></o:p>
- Brøvini, sum mangla eru í privatari varðveitslu og eru av slíkum slag, at eg trúgvi ikki, tey hava stórvegis almennan áhuga, sigur hon.<o:p></o:p>
Tí høvdu tey heldur ikki lagt nakað afturat tí, sum var eitt av fremstu endamálunum við útgávuni - nevniliga at geva eitt søguligt innlit í eitt tankavekjandi mentanarkjak, sum varpar eitt øðrvísi ljós á føroyskar bókmentir í europeiskum høpi.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
<o:p></o:p>