Skurvutt ljóð við erligum teksti um vaksnamannakærleika, við øllum ið har til hoyrir. Soleiðis kanst tú taka saman um nýggja tónleikin hjá Døgg Nónsgjógv. Hon var bert ein ungur tannáringur, tá ið hon bleiv kend í Føroyum, og tók eftir sína fyrstu útgávu ein longri steðg frá øllum tónleiki. Nú er hon vend sterkt aftur og hevur hesi seinastu árini latið úr hondum EP'ina Døggfallin og heildarútgávuna Livandi. Eyðkenda røddin hevur altíð staðið sum mittpunkt í tónleikinum, og tá ið Silvurdrongurin bað sínar yndissangarar koma at syngja á síni seinastu útgávu, vóru boð eftir Døgg at syngja við – hettar sigur ikki so lítið. Vit gleða okkum at hoyra eyðkenda djarva tónan, stillisliga sungnan, tá ið Døgg Nónsgjógv, við eini framúr manning afturat sær, kemur at framføra á G! festivalinum.
##med2##
##med3##













