Týsdagin fingu Føroyar enn ein doktara.
Hesaferð var tað í teldufrøði og tað var tann 30 ára gamli Martin Zachariassen, sum vann sær tann heiður at kalla seg doktara í teldufrøði.
Martin tók BS-prógv í teldufrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum í 1989.
Síðan starvaðist hann á Fiskirannsóknarstovuni í tvey ár áðrenn hann fór til Keypmannahavnar at lesa á Datalogisk Institut.
Hann tók prógv, sum cand. scient í 1995 og síðan hevur arbeitt við doktararitgerðini.
Heitið á ritgerðini er »Algorithms for Plane Steiner Three Problems.
Sosialurin ynskir Martini Zachariassen tillukku við nýggja heitinum.