Dollarin minni enn 5 kr verdur

Amerikanski dollarin er nú minni enn fimm krónur verdur, og so lítið hevur virðið ikki verið í næstan 30 ár Tað er fyrst og fremst bústaðarkreppan í amerikanska búskapinum og útlitini fyri nýggjum rentulækkingum, sum trýsta dollaran í botn.

Bústaðarkreppan fær nógva umrøðu í USA, og í gjár søgdu bæði Hillary Clinton og Barrack Obama, at tey eru til reiðar við tiltøkum fyri at venda gongdini, verða tey vald.

Dollarin er nú so veikur, sum hann ikki hevur verið síðani seinast í sjeytiárunum ella næstan 30 ár