Dolly rundar sjeyti

Í dag fyllir Dolly Parton 70 ár

Hon telist millum heimsins størstu countrystjørnur, men hevur gjøgnum árini eisini verið ein óvanliga virkin sangskrivari. Dolly Parton hevur skrivað meira enn 3000 sangir, og summar av teimum hevur hon hittað við sjálv.

Sangir sum Jolene, Nine to Five, Coat of Many Colours og I Will Always Love You eru sangir, sum Dolly Parton bæði hevur skrivað og framført.

Hon var bert sjey ára gomul, tá ið hon skrivað fyrsta sangin, og sum nýggju ára gomul sang hon í útvarpi fyrstu ferð. Fyrsta staklagið hjá henni kom út, tá ið hon var 13 ára gomul.

Umframt at syngja countrysangir hevur Dolly Parton eisini spælt við í filmum, og hon verður roknað sum dugnalig handilskona. Hon er ein av eigarunum av stuttleikaparkini Dollyworld, sum umsetur fyri meira enn eina milliard krónur um árið.

Í dag verður kenda countrysongkvinnan 70 ár.