Dómarar á altjóða vølli

Petur Reinert og Eyðun Samuelsen fara í Hvonn Live í kvøld greiða frá lívinum sum altjóða dómarar

Millum fleiri innsløg, ið eru á skránni, tá Hvonn Live fer av bakkastokki klokkan 20.00 í kvøld, er prát við tveir altjóða dómarar.

 

Teir báðir Petur Reinert og Eyðun Samuelsen, ið døma altjóða kappingar í ávikavist fótbólti og hondbólti, fara í kvøld at fortelja um sínar upplivingar í sambandi við at døma altjóða ítróttarkappingar.

 

Petur Reinert er fótbóltsdómari og hevur júst dømt altjóða dyst á hægsta stigi. Eyðun Samuelsen er altjóða hondbóltsdómari og dømdi fyri viku síðani fyri fyrstu ferð saman við íslendskum dómara í altjóða kapping.

 

Í Hvonn Live í kvøld fara teir báðir millum annað at greiða frá uppgávum í altjóða kappingum, hvat teir hava upplivað í sambandi við døming, og hvussu teir takla trýstið, teir koma undir.

 

Hvonn Live byrjar klokkan 20.00, og til ber at koma á Hvonn ella hoyra alt beinleiðis á Rás2.