Sunnudagin skipaði Judosamband Føroya fyri dómaraskeiði í Havn.
Slík dómaraskeið verða fyriskipað á hvørjum ári fyri at halda vitanina hjá dómarunum við líka og at læra upp nýggjar dómarar.
Judosambandið hevur eina skipan við A, B og C dómarum. Í løtuni eru tveir A-dómarar, 6 B-dómarar og 5 C-dómarar.
Ein nýlærdur dómari gerst C-dómari, meðan ein skal hava fleiri royndir fyri at gerast B-dómari. A-dómarar verða bert útnevndir tá Judosambandið hevur útlendskan dómara at leiða skeiðið, og tá verða A-dómara útnevndir av útlendska dómaranum saman við dómaradeildini hjá JSF.
Tað er ein treyt hjá øllum dómarum, at teir skulu luttaka á dómaraskeiði í minsta lagi annað hvørt ár, fyri á tann hátt at uppfríska reglurnar og at læra møguligar broytingar, ið altjóða Judosambandið ger í dómarareglunum.
Skeiðleiðarar sunnudagin vóru Jan Gúnther og Niels Jákup Dalabrúgv, ið báðir eru A-dómarar. Teir vóru í september á dómaraskeiði, sum danska judosambandið skipaði fyri teirra dómarum.
Judosambandið hevur seinastu nógvu árini sent dómarar til Danmarkar á skeið, eins og umboð fyri JSF okkurt árið hevur verið á dómaraskeiði hjá Europeiska Judosambandinum.
Hetta verður gjørt fyri at støðið hjá føroysku judodómarunum skal vera so høgt sum gjørligt, fyri á tann hátt at skapa bestu fyritreytir fyri teir íðkarar, ið royna seg á máttuni í dysti.