Dómararnir døma í morgin

Seinasta nýggja um samráðingarnar millum FSF og dómarafelagnum

Tað fyriliggur ein fyribils semja millum dómarafelagið og fótbóltssambandið, so at dómararnir eru sinnaðir at døma fyrsta umfar, ið verður í morgin og sunnudagin.

 

Les eisini:Dómarar hótta við verkfalli

 

Samráðingar hava verið í allan dag. Petur Reinert, formaðurin í dómarafelagnum, hevur millum annað ikki avsannað, at dómararnir eru sinnaðir at fara í verkfall.

 

Fylg ítróttinum hjá In.fo og Sosialinum á netinum við at trýsta HER

 

Partarnir vilja ikki út við nøkrum tølum, ella hvat semja gongur út upp á. Sum skilst, so hevur dómarafelagið kravt at fáa hækkað dómarasamsýningina fyri ein dyst í bestu deildini úr 6.100 krónur upp í 8.000 krónur.

 

Hesi tølini eru ikki váttaði, men tað er fyri vist, at ósemjan gongur út upp á at dómararnir skulu hava hægri samsýning fyri at døma. Hon er óbroytt í seks ár, men er millum annað hægri enn í Íslandi.