Tað kostaði karrieruna sum fótbóltsdómari, tá armenski dómarin, Andranik Arsenyan, og annar av linjudómarunum, Hovhannes Avagyan, royndu at ávirka úrslitið av seinna Europea League-dystinum millum Inter Turku og Víking yviri í Finnlandi.
Teir báðir høvdu spælt uppá, at bæði lið skuldu skjóta mál í dystinum, men tað kiksaði fullkomuliga, tí tað eydnaðist bara Víkingi at fáa mál.
Bæði lið fingu brotsspark ímóti endanum á dystinum, men meðan Hanus Jacobsen í 78. minutti skoraði fyri Víking, brendi Pim Bowman fyri Inter Turku tveir minuttir seinni, so Víkingur vann dystin 1-0 og kom víðari í kappingini.
Talan var um rættiliga tunn brotsspørk, og mestsum beinanvegin eftir dystin gjørdu veddingarfyritøkur vart við, at spælt var uppá, at bæði lið fóru at skora.
Tað er armenska fótbóltssambandið, sum í dag hevur givið teimum báðum fótbóltsdómarunum lívlangt bann frá allari døming, eftir at egnar kanning og kanningar hjá UEFA hava staðfest, at Arsenyan og Avagyan høvdu sett pengar uppá, at bæði lið fóru at fáa mál í dystinum.
Forsetin og starvsnevndin í armenska fótbóltssambandinum harmast um, at hetta skal hava kasta skuggar yvir umdømið hjá armenskum fótbólti.