Dómari tók salin á bóli við føroysktførleikum

Tá ein rættarfundur var í býrættinum í Odense í gjár, tók dómarin Jørgen Bjerkesmoen Petersen, partarnir í málinum á bóli, tá hann skilti nøkur skjøl, ið eingin annar skilti. Tað er tíðindasíðan Fyens.dk, ið greiðir frá hendingini.


Tað var í rættarmálinum har Eik Banki var annar parturin, at nøkur skjøl vóru víst, ið eitt vitni, fyrrverandi starvsfólk í Eik Banka, skuldi taka støðu til.


Viðkomandi skilti tó ikki føroyskt, men metti, at talan helst einans vóru um onkrar vanligar vegleiðingar í skjalinum.


Hvørki verjin ella ákærin kundi hjálpa vitninum við tí føroyska, men tá lat í dómaranum.


- Tað kann eg so siga, at tað er tað ikki, segði Jørgen Bjerkesmoen Petersen, dómari.


- Dómarin lesur kanska føroyskt, spurdi verjin, ið fekk eitt stutt svar frá dómaranum.


- Ja, tað geri eg.


Jørgen Bjerkesmoen Petersen var dómari í Føroyum í fýra ár frá 2001 til 2004, og er tað helst tá, at hann hevur lært føroyskt.