Tað er 35 ára gamli Artur Soares Dias, sum verður 23. maður á vøllinum, tá ið Rumenia og Føroyar klokkan 17 fara at spæla í EM undankappingini.
Artur Dias hevur nógvar dómararoyndir í Portugal, og hann hevur dømt nógvar altjóða dystir. Men hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at hann fær høvi at roynda seg í undankappingardysti fyri a-landslið.
Einasta ferðin, at Artur Dias hevur dømt a-landsdyst var 11. oktober 2013, tá ið Frakland vann vinardyst ímóti Australia 6-0. Annars hevur Artur Dias ofta verið dómari í europeisku kappingunum og í U-17, U-19, U-20 og U-21 landsdystum.
Tað er ikki á hvørjum ári, at 23. maðurin er úr Portugal, tá ið Føroyar spæla landsdyst. Ikki síðani 15. august í 2001 hevur dómari úr Portugal verið á vøllinum saman við føroyska landsliðnum. Tann dagin spældu Føroyar á útivølli ímóti Jugoslavia, sum á heimavøllinum í Beograd vann 2-0. Ta ferðina sóu fýra føroyskir spælarar gula kortið – Fróði Benjaminsen, Óli Johannesen, Kurt Mørkøre og Øssur Hansen.