Dómurin: Jørgen hevur snýtt, - men kann ikki revsast!

 Jørgen er ikki frídømdur fyri at hava snýtt í tolli


Onkusvegna er ein grundleggjandi misskiljing hend í samband við, at tey fýra skuldsettu fjølmiðlafólkini, Dia Midjord, Jan Lamhauge, Lillian Weihe og Sveinur Tróndarson í Føroya Rætti blivu dømd fyri at hava ærumeitt Jørgen Niclasen.

 

Fólk hava nevniliga eftir øllum at døma fingið ta fatan, at allar skuldsetingar móti Jørgen Niclasen um snýt og svik móti landskassanum hervið eru manaðar í jørðina.

 

Alment roynir Jørgen eisini at gykla fólki, at hann er reinsaður fyri skuldsetingarnar um groft tollsvik og misbrúk av álitisstarvi, sum umboð fyri Skipafelagið Føroyar í Sørvági.

 

Aðramáta royna stuðlar og politiskir ørindasveinar, at geva almenninginum  eina fatan av, at Jørgen er fullkomuliga fríkendur, og at allar hesar ákærur um álvarslig lógarbrot eru settar fram av órøttum!

 

Tí kann av góðum grundum verða spurt um Jørgen Niclasen við hesum veruliga er frídømdur fyri at hava snýtt í tolli ella ikki?

 

Her kann svarast heilt stutt: Nei, Jørgen Niclasen er alt annað enn frídømdur fyri at hava snýtt í tolli, og ei heldur er hann frídømdur fyri at hava framt groft svik móti landskassanum.

 

 

Fullgóð prógv førd fram um svik

Veruleikin er nevniliga tann, at fullfíggjað og haldgóð prógv vóru førd fram um, at Jørgen Niclasen, sum stjóri í P/F N.Niclasen í Sørvági í tíðarskeiðinum 1989 - 1992 hevði ábyrgdina av, at hundraðtals vørusendingar vóru tiknar út av goymsluni hjá Skipafelagnum Føroyar, - uttan at verða tollgreiddar, - so sum fyriskrivað í lógini, - og uttan, at tollvaldið fekk neyðugu skjølini útflýggjað frá felagnum, - soleiðis at tollurin kundi uppgerðast og tollrokning útskrivast.

 

Jørgen sigur, at hann ikki visti av, at tollkreditturin var uppsagdur, og at hann tískil handlaði fult lógliga og í góðari trúgv.

Hetta páhald er so skeivt og misvísandi, sum nakað kann vera.

 

Fyri tað fyrsta, so frítekur ein møguligur tollkredittur ongantíð felagið, og harvið Jørgen Niclasen, fyri at røkja sínar lógásettu skyldur um at lata inn øll neyðug skjøl til tollvaldið, harundir faktura, konnosement, fragtbrøv v.m. í seinasta lagi 14 dagar eftir móttøku til tess, at tollvaldið skal hava møguleikar fyri at uppgerða tollin.

 

Reglan um, at vørurnar ikki máttu pakkast út og útflýggjast til víðarisølu áðrenn tollurin var uppgjørdur og goldin, vóru heldur ikki hildnar – við ella uttan tollkreditt!

 

Sum serligt álitisumboð fyri Skipafelagið Føroyar í Sørvági tók Jørgen Niclasen bara seg sjálvan til rættis, og handlaði sum goymslan var hansara egna. Hann nýtti í veruleikanum hesa goymslu, sum hann hevði fingið í varðveitslu at umsita annans vegna, sum sítt egna sjálvtøkuborð, og tók vøruna út og seldi hana víðari, - uttan nakra fráboðan, - uttan útflýggingarloyvi - og - uttan tollavrokning!      

 

 

Uppsagdi tollkreditturin gerst ikki effektivur samb. áheitan frá Jørgen

Viðvíkjandi tollkredittinum kann annars, sum eitt serligt fyribrigdi nevnast, at Jørgen Niclasen í einum skrivi til Tollvaldið longu 20. mars 1991, t.v.s. umleið 1 ½ ár áðrenn hann segði seg at vita nakað um, at tollkreditturinn var uppsagdur, persónliga bønliga bað um, at trygdin fyri tollkredittin ikki bleiv gjørd effektiv.

 

Hví skuldi hann senda eina slíka umbøn um ikki at gera trygdina fyri tollkredittin effektiva, um tollkreditturin ikki frammanundan var uppsagdur, kundi av góðum grundum verið spurt? Ein trygd fyri ein tollkreditt kann jú ikki gerast effektiv uttan so, at tollkreditturin frammanundan er uppsagdur! Ergo,- má Jørgen Niclasen hava vita, at tollkreditturin var uppsagdur, tá tað annars als ikki gevur meining at koma við einari slíkari áheitan um at bíða vit at inndraga trygdina fyri henda sama kredit!

 

 

Jørgen misnýtt álitisstarv sum umboð fyri Skipafelagið Føroyar

So sigur Jørgen Niclasen ramliga og við einum vissum stoltleika á røddini, at landskassin ikki misti eitt oyra av hansara lógarbrotum.

 

Enn einaferð lýgur Jørgen, tí tá málið var uppgjørt, var staðfest, at landskassin hevði mist kr. 52.182,10, meðan restin av tapinum hjá landskassanum varð inndekkað av Skipafelagnum Føroyar, sum mátti bløða við kr. 382.720,16 vegna lógarbrotini hjá Jørgen Niclasen.   

 

Jørgen Niclasen hevur harvið ikki bara snýtt landskassan, men eisini kyniskt misbrúkt serliga álitisstarvið, sum umboð vegna P/F Skipafelagið Føroyar til at gera sær dælt av serligu atgongdini til goymsluna hjá hesum felag, fyri harvið at útvega felagnum hjá sær sjálvum ein fíggjarligan vinning.

 

Uttan serligu heimildina, sum umboð skipafelagsins til at umsita goymsluna teirra vegna, hevði tað eyðvitað aldrin borið til at fingið fatur á hesum vørum uttanum tollvaldið.

 

Tá P/F N. Niclasen, við Jørgen Niclasen sum stjóra, ongantíð hevur fingið loyvi frá Skipafelagnum Føroyar, at skúgva til viks og bróta allar tær reglur, sum eru galdandi fyri umsitingina av eini slíkari goymslu, og sum aftur elvdi til eitt ovurstórt tap fyri Skipafelagið, - so er her enn einaferð talan um groft svik, ella tað sum á lógarmáli av røttum kallast mandatsvik, - sum væl at merkja er revsivert í sjálvum sær, men hóast tað ikki kann revsast nú so mong ár aftaná.   

 

 

Jørgen Niclasen ber fram ósannindir á tíðindafundinum 17 jan. 2014.

Á  tíðindafundinum tann 17. januar 2014 bedýraði Jørgen Niclasen eisini, at onki var farið út av goymsluni eftir, at hann í september 1992 skuldi eitast at hava  fingið at vita, at tollkreditturin var uppsagdur.

 

Tað sær út til, at Jørgen Niclasen framvegis ikki smæðist burtur við at bera fram beinleiðis ósannindi fyri almenninginum. Veruleikin er tann, at vørur framhaldandi vóru tiknar av goymsluni eisini eftir september 1992, uttan tollavgreiðslu og fráboðan til Tollvaldið, og er hetta eisini skjalprógvað í málinum. Í samband við vørueftirlit á goymsluni tann 9. august 1993 var nevniliga staðfest, at 9 vørusendingar vóru útflýggjaðar, uttan at tollavgreiðsla var farin fram, og tann 29. sept. sama ár var aftur staðfest, at 7 vørusendingar vóru útflýggjaðar uttan tollavgreiðslu.

 

Niðurstsøðan er sostatt tann, at tað er væl og virðiliga skjalprógvað, at Jørgen Niclasen hevur snýtt, og framt groft svik móti bæði Landskassanum og Skipafelagnum Føroyar, sjálvt um hann ikki er, ella kann revsast fyri síni lógarbrot.

 

 

Hví vóru fjølmiðlafólkini dømd fyri ærumeiðing?

Men so kann við góðum rætti spyrjast, hvi í allari víðu verða hesi fjølmiðlafólk, so vóru dømd fyri ærumeiðing fyri at hava sagt sannleikan, og sett fram skuldsetingar, sum vóru væl og virðiliga skjalprógvaðir undir rættarmálinum?

Ein dómari kann væl saktans ikki bara taka feil, - ella hvat?

 

Jú, tey vóru dømd fyri ærumeiðing av tí einfaldu grund, at dómarin Søren Seerup (hálvur nólsoyingur) metti, at við at hava sett fram skuldsetingar móti Jørgen Niclasen fyri at hava “snýtt”í tolli, so høvdu tey samstundis skuldsett Jørgen Niclasen fyri at hava gjørt nakað, sum var “revsivert” (strafbart).

 

Samb. Søren Seerup kanst tú ikki út frá samanhanginum siga “snýta”, - uttan samstundis at siga, - at viðkomandi hevur gjørt nakað, sum skal og eigur at vera “revsað”!

 

At tað ber væl til at snýta uttan at kunna revsast fyri hetta, kemur honum eftir øllum at døma ikki til hugs.

 

Samb. M.Nepper Christensen (Finn Ougaard) so kundi Jørgen mest sannlíkt ikki revsast fyri tollsvik, fyri tað fyrsta tí heimildin í tolllógini fyri at revsa var ivasom, fyri tað næsta tí málið eftir øllum at døma var fyrnað, og fyri tað triðja tí, at myndugleikarnir høvdu verið alt ov jánkasligir, og latið hetta óreglusemi um seg gingið í alt ov langa tíð uttan at hava tikið tikið neyðug stig til at steðga lógarbrotunum.

 

Við hesi grundgeving slepti Landfútin málinum, - ikki tí Jørgen ikki hevði snýtt - , men tí at ein ákæra um øll hesi brot á tollógina eftir umstøðunum - ikki kundi føra til revsing -.  

 

 

Ivasami logikkurin hjá dómaranum!

Logikkurin hja dómaranum var hereftir tann sera einfaldi, at tá ein skuldseting um “snýt” er tað sama sum at hava skuldsett viðkomandi fyri at hava forbrotið seg soleiðis, at hann harvið kundi “revsast”, ja - so kundu fjølmiðlafólkini dømast fyri ærumeiðing - rætt og slætt tí, at tað ongantíð var komið hartil, at Jørgen Niclasen var revsaður fyri at hava snýtt í tolli, líka so lítið, sum tað nakrantíð var reist nøkur ákæra um tollsvik móti honum.

 

Tað stutta av tí langa var sostatt, at tá fjølmiðlafólkini ikki kundu prógva, at Jørgen var revsaður ella var ákærdur fyri nakað “revsivert”, so vóru tey dømd fyri ærumeiðing, sjálvt sum tey við ørgrynnu av skjølum høvdu prógvað, at Jørgen ikki bara eina ferð, men heilt neyvt, bara út frá tí einu kanningini - 290 ferðir - , hevði snýtt bæði Landskassan og Skipafelagið Føroyar

 

So lat tað standa rimmar fast, at sjálvt um fjølmiðlafólkini eru dømd fyri ærumeiðing, so hevur Jørgen Niclassen framvegis “snýtt” tann kassa hann í dag er settur at umsita av Kaj Leo Johannesen, løgmanni. Sami maður, sum hevur snýtt í tolli umsitur nú tollmál, og skal syrgja fyri, at øll hini sum snýta í tolli - uttan hann sjálvur - verða revsað, - soleiðis hongur føroyska samfelagið eftir øllum at døma saman í dag!

 

 

Perspektivini fyri framtíðar pressufrælsi

Perspektivini fyri framtíðar pressufrælsi samanhildið við henda margháttliga dóm kunnu sýnast heldur døpur, sjálvt um tað í grundlógini stendur, at “censur kan ingensinde på ny indføres”.

 

Spurningurin er nevniliga um fjølmiðlarnir ella vanligi borgarin av ótta fyri inntrivi og revsing frá dómstólunum í framtíðini kann loyva sær at skuldseta ein politikara fyri at hava snýtt ella svikað, sjálvt um ført verður fram sannleika-prógv fyri hesum skuldsetingum, tá tann sum førir hesar ákærur fram ikki samstundis kann prógva, at viðkomandi politikari møguliga kann revsast fyri sítt brotsverk.

 

Samb. Søren Seerup verður nevniliga í slíkum førum ærumeitt við at siga sannleikan. Verður t.d. ein politikari skuldsettur fyri svik, sum dómarin og Føroya Landfúti halda ikki kann revsast, ja so verður dømt fyri ærumeiðing, sjálvt um viðkomandi hevur svikað – so einfalt er tað!

 

Ber hetta til, og er hetta ein haldbar støða í einum demokratiskum  rættarsamfelag við talu- og skrivifrælsi?

Hetta kemur so landsrætturin at taka støðu til.

Livst so spyrst.