Don Ø atgongumerkini til sølu

Navnframu mennirnir, Flemming Østergaard - betri kendur sum Don Ø, ið eigur fótbóltsfelagið, FCK - og Jens Kramer Mikkelsen, fyrrverandi varaborgarstjóri í Keypmannahavn, fara at hava fyrilestur um tað, sum teir hava allarbest skil fyri.

 

Fótbóltsleikarar, nevndarlimir í fótbóltsfeløgum og annars øll fótbóltsáhuga hava høvi at hoyra Don Ø greiða frá gongdini í FCK. Hvussu felagið miðvíst hevur arbeitt seg fram til tað, sum felagið er í dag.

 

Fyrilesturin hjá Don Ø hevur heitið: ?FCK A/S, rentabel professionel fodbold i verdensklasse?.

 

Fyrrverandi varaborgarstjórin í Keypmannahavn, Jens Kramer Mikkelsen, greiðir frá risaverkætlanini, Ørestaden, á Amager. Hann greiðir frá broytingunum. Frá at markirnar, sum vórðu pløgdar hvørt ár, nú eru grundvøllurin undir Ørestaden, sum telist millum framkomnastu býarpartar í Evropa.

 

Heitið á fyrilestinum hjá Kramer Mikkelsen er: ?Ørestaden, en ny bydel i København. Fra mark til en af Europas moderneste bydele?.

 

FC Amager og Team Føroyar Business Club skipa fyri tiltakinum 13. september. Forsølan fer fram á www.eik.fo