Don Petersen fer um tey 60

6. oktober er ein dagur, sum mangir føroyingar seint fara at gloyma. Fyri 17 árum síðani var hetta ein lagnudagur fyri føroyska búskapin og føroysku bankaverðina. Men hetta var samstundis dagurin, tá Don Petersen á Tvøroyri fylti 43 ár.

Tíðin hevur broytt mangt og hvat í mannalívinum hesi árini síðani 1992. Og í dag - týsdagin 6. oktober 2009 - er dagurin, tá hesin garpurin av Tvøroyri verður 60 ár. Ja, hvør skuldi trúð tí?

Síðani Don fyri mongum árum síðani byrjaði lívsstarv sítt sum pleygari innan psykiatriska økið, hava mong fólk notið gott av tí fakliga dugnaliga, altíð so vælupplagda og orðsnilda suðringinum.

Á psykiatriska økinum hevur Don ikki spart seg, men hevur við síni sermerktu dialekt sett dám á tað fakliga tjakið millum starvsfólkini fyrst og fremst, men eisini mótvegis læknunum, og hevur ongatíð óttast fyri at siga frá, hvønn viðgerðarhátt hann helt vera tann rætta fyri tann einstaka sjúklingin. Hann hevði altíð eyga fyri tí einstaka sjúklinginum. Hann hevur púra greiðar meiningar um, hvør heilivágur er bestur og hvør viðgerð annars hann helt vera tann rættasta. Og tað er ikki frítt, at bæði røktarfólkið og læknarnir hava lurtað eftir honum og hava mangan tikið hansara metingar til eftirtektar.

Don hevur arbeitt fulla tíð sum pleygari á psykiatriska deplinum, og her hevur hann ikki spart seg á nakran hátt. Hann hevur altíð tikið eitt eyka tak tá ástóð, og serliga um kvøldarnar og um náttina hevur hann trivist best. Og tað er eisini í hesum vaktum at fólk hava upplivað Don frá teirri bestu síðuni: Altíð skemtiligur, sakligur og púra púra greiður, m.a. tá talan er um politikk, fótbólt og útjaðaran.

Okkara kæri Don hevur eisini mong ymisk áhugamál. Familjan telur nógv hjá honum, og haraftrat hevur seyðahald nógv at siga, eins og hansara arbeiðsroyndir, skjóthugsan og tora-at-siga-tað-beint-fram-holdningur hava verið fakfelagi hansara at gagni.

Hóast Don úteftir kann tykjast harður og cool, so hava hann og hansara allarnærmastu eisini upplivað álvarsamar løtur, tá skalið fall og tann sanni Don kom fram og vit skiltu, at handan fasaduna bankaði eitt gott, erligt og bleytt hjarta.

Henda stóra dagin í dag kundi verið so nógv annað gott at sagt um Don Petersen. Tað lata vit liggja hesaferð. Eingin ivi er um, at meiri verður at “frætta” um Don, tá hann seinni í mánaðinum hevur boðið til stórt føðingardagshald á Tvøroyri.

Hav ein góðan føðingardag, Don og mangar góðar dagar eftir henda!


Starvsfelagi á Deild 2