Í tveimum atkvøðugreiðslum varð Donald Trump í kvøld fríkendur í ríkisrættarmálinum ímóti sær.
Forsetin varð fyrst fríkendur fyri ákæruna um valdsmisnýtslu og síðani í ákæruna um at hava mótarbeitt Kongressini.
52 av teimum 100 senatorunum kendu Trump ósekan í fyrstu ákæruni um valdsmisnýutslu.
Við hinari atkvøðugreiðsluni í ríkisrættarmálinum fekk forsetin eisini nóg mikið av atkvøðum at verða fríkendur fyri ákæru um at forða arbeiðinum hjá Kongressuni.
53 av teimum 100 senatorunum kendur forsetan ósekan í ákæruni um at mótarbeiða Kongressini.
Trump er harvið fríkendur í søguliga rættarmálinum.
##med2##
Demokratarnir ákærdu Trump fyri at hava innifryst hernaðarligan stuðul til Ukraina í eini roynd at trýsta landsins stjórn at kanna son demokratin Joe Biden – ein av forsetans møguligu mótstøðumonnum í valstríðnum.
Formligu ákærurarnar ímóti forsetanum vóru valdsmisnýtsla og at mótartbeiða Kongressini. Málið var frá fyrst til síðst ein uppgerð ímillum báðar flokkarnar. Partafólk hjá Trump í Republikanska flokkinum sita á 53 sessum av teimum 100.
Bert ein av republikanarunum atkvøddi ímóti: Mitt Romney.
Senatorarnir skuldu ein og ein reisa seg við navnakalli og siga forsetan sekan ella ósekan í teimum báðum atkvøðugreiðslunum.
Romney, sum er úr Utah, boðaði longu frá áðrenn atkvøðugreiðsluna, at hann fór at atkvøða fyri, at Trump verður dømdur sekur í at hava misnýtt tað álit, sum fólkið hevur víst honum.
Tað var tí ein atkvøða á muni í teimum báðum atkvøðugreiðslunum. Í báðum førum fekk Trump nóg nógvan stuðul.
Romney var sjalvur republikanskt forsetavalevni í 2012.
– At føra ein korrputan arbeiðshátt inn í valstríðið bara fyri at kunna vera sitandi í sessi sínum er kanska tann grovast og mest oyðandi mátin at svíkja sín eið, segði Romney áðrenn atkvøðugreiðslua.
Leiðandi hægstarættardómarin, John Roberts, leiddi ríkisrættarmálið.
Politiskir eygleiðarar siga, at ríkisrættarmálið fer at seta dám á valstríðið og forsetavalið í november. Eygleiðarar leggja eisini dent á, at Demokratarnir ikki fóru so hart til verka undir ríkisrættarmálinum, sum teir kundu havt gjørt.
Til dømis kundu teir havt stríðst harðari fyri at fáa innkallað John Bolton, sum til september í fjør var tjóðskaparligur ráðgevi hjá Trump.
Í eini bók, sum Bolton hevur skrivað handritið liðugt til og hevur sent til góðkenning í Hvítu Húsunum, framgongur sambært amerikanskum miðlum, at Trump nýtti hernaðarhjálpia til Ukraina til at leggja trýst á landsins stjórn.
/ritzau/Reuters