Sambært The New York Times hevur Trump fingið nógv størri ognir frá foreldrum sínum, enn hann hevur upplýst.
Skattamyndugleikarnir í amerikanska deilstatinum New York kanna ákærur, sum stóðu í týsdagsútgávuni av The New York Times, ímóti amerikanska forsetanum, Donald Trump, um møguligt skattasvik.
Tað skrivar Reuters tíðindastovan.
Sambært The New York Times hjálpti Donald Trump og systkini foreldurnum við at krógva fleiri milliónir dollarar fyri skattamyndugleikunum.
Harvið fekk Donald Trump nógv størri ognir frá foreldrunum, enn hann fyrr hevur upplýst. Ein advokatur hjá Trump avvísir upplýsingunum.
Donald Trump fekk sambært blaðnum í fleiri ár minst 413 milliónir dollarar frá pápa sínum, Fred, sum skapti sær stórar ognir sum ognarmennari.
Trump hevur fyrr lýst seg sjálvan sum ein sjálvskaptan milliarding, sum byrjaði við einum láni upp á eina millión dollarar frá pápa sínum.
/ritzau/