Donald Trump ætlar at stilla upp aftur sum forseti í 2024. Tað sigur hann í røðu í nátt okkara tíð í Florida.
Í røðuni verður Trump lýstur sum »næsti forsetin«, skrivar BBC.
Í røðuni sigur Trump, at landið er í forfalli undir Joe Biden forseta, og at tað gekk nógv betri, tá hann sjálvur var forseti.
»Comeback« hjá USA byrjar nú, sigur hann sambært AFP.
Trump var forseti í USA frá 2017 til 2021.
Hann tapti í 2020 valið til demokratiska avbjóðaran, Joe Biden, sum í dag er forseti.
Bæði undir og mánaðirnar eftir ósigurin til sitandi forseta Joe Biden tosaði Trump um útbreitt valsvik.
6. januar helt Trump røðu fyri viðhaldsfólki sínum, har hann heitti á tey um at »berjast sum fanin«. Mótmælisfólkini trokaðu seg sama dag inn í Kongressina.
Í tveimum ríkisrættarmálum varð Trump fríkendur fyri millum annað valdsmisnýtslu og at hava eggjað til uppreistur.
/ritzau/