Hetta skal síggjast í ljósinum av, at danska landsliðið tvær ferðir á rað ikki hevur megnað at leikt seg í eitt HM ella EM-endaspæl í fótbólti. Samtøkustjórin hjá DONG, Søren Biuene sigur, at teir leggja ein ávísan stoltleika í at verða høvuðsstuðul hjá landsliðnum. - Tað er klárt, at vit vilja taka eitt kjak við DBU, um hvørt prísurin fyri stuðulsavtaluna er tann rætti, nú tá danska fótbóltslandsliðið ikki leikar seg í nøkur endaumfør longur, sigur Søren Biuene.