Danska uttanríkisráðið váttar, at eini donsk hjún sluppu við lívinum frá einari flogvanlukku í Nepal í morgun. 21 fólk vóru í flogfarinum, og nepalska flogfelagið, sum átti flogfarið, sigur, at bara seks av teimum 21 sluppu við lívinum. Sum skilst eru tvey børn millum teirra, sum sluppu livandi frá vanlukkuni.
Uttanríkisráðið sigur, at tey donsku hjúnini eru flutt á eitt sjúkrahús í býnum Pokhara, og sendistovan í Katmandu hevur sent eitt av sínum starvsfólkum til býin at hjálpa teimum.
Myndugleikarnir í Nepal siga, at flogfarið datt niður, eftir at tað hevði fingið boð um at venda aftur, tí flogskiparin hevði boðað frá onkrum tekniskum trupulleikum. 18 ferðafólk vóru í flogfarinum, og manningin taldi trý.