Nú stendur loysingarsamgongan aftur á einum vegamóti, eftir at teirra politiski málsetningur er fullkomuliga miseydnaður. Tey seinastu rópini gella nú um allar geilar, um at danir mugu geva okkum olmussu í 15 ár, um henda loysingarsamgonga skal hóra undan.
Vilja nú hava olmussu
Navnið olmussa, hava somu loysingarflokkar fyri mongum árum síðani givið ríkisstuðlinum, og ikki kann sigast, at hesin stuðul altíð hevur verið so høgt í metum millum loysingarflokkarnar.
Men nú er vent í holuni, tí nú vilja teir allir hava olmussu. Men í staðin fyri at viðganga, at talan her er um tað, sum teir fyrr kallaðu olmussu, so royna teir nú at skuldseta danir fyri bæði eitt og annað.
Í hesum er einki nýtt. Men hetta bøtir bara ikki um umdømið hjá hesum loysingarflokkum. Serliga ikki tá hugsað verður um, at teir hóast alt vilja hava tætt samband við danska kongshúsið.
Fáa bert 4 ár
At skiftistíðin einans verður 4 ár, er ikki nakað nýtt. Nú fara tað at verða 2 ár, síðani Poul Nyrup Rasmussen lat loysingarsamgonguna vita av hesum, og síðani tá hevur hann fleiri ferðir endurtikið seg sjálvan, at soleiðis verður. Men loysingarsamgongan hevur tann trupulleika, at hon vil ikki skilja Nyrup, hóast stórur meiriluti í danska fólkatinginum, stigar forsætisráðharran í hesum máli. Har verður sostatt ikki meira at heinta hjá loysinarsamgonguni.
Landsstýrið má frá
Tí metir undirritaði, at nú er stundin komin til handa, tá landsstýrisins miseydnaði politiski málsetningur fær ein enda. Tað gerst einans við at vit skjótast gjørligt sleppa til atkvøðuhølini, og fólkið harvið fær sett punktum fyri hesi samgongu, sum má leggja frá sær, so vit aftur fáa eina arbeiðsføra stjórn, og fólkið kann liva trygt í landinum.
Andras Miðskarð;ar so ræðuliga flott . Men í mínari verð skal granskingin her í nógv størri mun vera vørumenning. Samstundis skulu vit hava fólk við evnum og kunnan til at taka ting uttanífrá, sigur Magnus Pauli.
- Men grundgranskingini kunnu vit heldur ikki sleppa, heldur Guðrið.
- Gransking er ein altjóða uppgáva. Skalt tú fáa fatur á tí, hini hava, mást tú sjálvur lata nakað, sigur Óluva, sum sjálv er við í einari norðurlendskari verkætlan:
-Tey høvdu ikki tímað at havt meg við, um eg ikki kundi lata eitt einasta úrslit og ongan granskingarførleika hevði. Tí mugu vit fylgja reglunum, sum eru galdandi innan altjóða vísund og millum annað útbúgva okkum sum granskarar á PhD-støði osfr.
Tey fýra nevna fleiri enn tíggju áhugaverd øki sum granskast kann í í Føroyum. Tey fevna um alt frá heilsufrøðiligari matvørutrygd, um hjáframleiðslu av fiskarestum til aling av nýggjum fiskasløgum og mangt, mangt annað. Og tað er helst eingin orsøk at óttast, at granskararnir gerast arbeiðsleysir í nærmastu framtíð. Sitandi landsstýri hevur sagt seg vilja satsa uppá hetta øki, sum granskingarmálaráðharrin Høgni Hoydal í útvarpinum nevndi »okkara mest afturútsiglda øki«.
Fimm milliónir eyka eru settar av á ársins fíggjarlóg til praktiskar fiskivinnuroyndir. Hetta kemur afturat átta milliónum, sum árliga verða settar av til fiskivinnuroyndir. Hesir pengar verða býttir í millum Fiskirannsóknarstovuna, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Menningarstovuna.