? Vit lovaðu, at vit fóru at spæla okkara lívsins dyst. Og tað gjørdu vit.
Soleiðis tók danski successvenjarin Ulrik Vilbek til eftir framúr HM-sigurin hjá donsku hondbóltsgentunum í Berlin sunnudagin.
Hann tosaði gjøgnum anleggið í ítróttarhøllini, har finalan varð spæld, og tað var einastu ferð at venjarin læt viðmerkingar fella um avrikið hjá hansara liðið í finaluni.
Drápið av tveimum donskum áskoðarunum undir semifinaludystinum móti Ruslandi legði tung skýggj yvir finaludagin, og donsku spælararnir og leiðararnir bóðu um frið frá pressuni, bæði undan, undir og eftir finaludystin.
Men undan finaluni móti Noregi komu boð frá donsku leguni, sum søgdu, at liðið fór at spæla finaluna til æru fyri teir deyðu áskoðararnar. Spælararnir lovaðu at spæla sín lívsins dyst, og tað gjørdu teir.
Noregi var í seinna hálvleiki fullkomiliga úrlætið av danska stórspælinum, og danski sigurin var so sannførandi, sum tað ikki kemur fyri í finaludysti á slíkum stigi.
Norska liðið um koll
Fyrsta partin av dystinum gekk javnt á, men tað var týðuligt frá byrjan, at Danmark hevði størru breiddina og tyngdina, bæði í álopi og í verju. Og áðrenn hálvleikssteðgin høvdu donsku genturnar lagt seg fram um við trimum málum.
Og í seinna hálvleiki rann reyða og hvíta liðið úr Danmark norsku grannarnar fullkomiliga um koll, og bæði verjuspæl og álopsspæl var í slíkum flokki, at uttan mun til hvør stóð yvir av danska liðnum hendan dagin, so mátti tað enda við stórtapi.
Seinasta korterið av dystinum var upploysn í norska liðnum, og donsku genturnar skoraðu mál nærum eftir vild. Tað endaði við, at heili 13 mál vóru á muni, og danska liðið hevði vunnið seinastu gullkrónurnar við lít. Áður hevur danska gullliðið vunnið EM og OL, og HM-heitið var tað seinasta í røðini hjá Vilbek og hansara gentum.
Hóast tað ikki var ætlanin, slótu donsku genturnar seg heiðrað í Keypmannahavn í gjárkvøldið. Tær skuldu koma í Kastrup seint seinnaaprtin í gjár, og klokkan 18.30 skuldi almenn móttøka verða á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn.