Eysturríkski súkklarin, Stefan Denifl, sum í fjør fekk fýra ára bann frá súkkling fyri at hava blóðdopað seg, skal nú eisini í fongsul. Tað hevur rætturin í Innsbruck gjørt av.
Í avhoyringunum eftir handtøkuna í februar í 2019, har fleiri súkklarar vórðu tiknir í sokallaðu "Operation Aderlass", viðgekk Stefan Denifl, at hann regluliga hevði blóðdopað seg frá 2014.
Tey góðu úrslitini tryggjaðu honum góðar sáttmálar, og tað er av hesi orsøk, nevniliga fyri svik, at hann er dømdur tvey ára fongulsrevsing, harav 16 mánaðir eru gjørdir treytaðir.
Tann nú 33 ára gamli Stefan Denifl er harumframt dømdur 2,6 milliónir krónur í bót. Hann súkklaði eitt nú við Leopard Trek, Vacansoleil-DCM og Aqua Blue Sport.