Stórar vónir vóru til Andrea Dossena, tá hann kom úr Udinese til Liverpool á sumri í 2008. Spátt varð, at Dossena skuldi gerast tann komandi vinstri bakkurin á italska landsliðnum, og at hann fór at fáa sítt stóra gjøgnumbrot í Premier League. Men soleiðis kom tað ikki at verða. Fabio Aurelio var valdur framum, og Dossena hevur stórt sæð bara slitið beinkin hjá Liverpool í hálvtannað ár. Longu áðrenn hetta kappingarárið byrjaði, vóru tað fleiri italsk feløg, sum høvdu áhuga í at skriva sáttmála við Dossena. Nú eru Liverpool og Napoli samd um eina upphædd fyri Dossena. Norska TV2 skrivar, at Liverpool fær eina upphædd, sum svarar til 40 miljónir norskar krónur, sum er umleið helvtin av tí upphæddini, sum Liverpool læt fyri Dossena í 2008.