Ein 21ára gomul kvinna úr Kollafirði doyði orsakað av ferðsluvanlukkuni í Kollafirði seinnapartin.
Hon koyrdi sjálv bilin við einum ferðandi í, tá ið hon rendi inn í ein annan bil, við fýra fólkum í.
Hini fingu ongan skaða, annað at ein 12 ára gamal drongur fór til kanningar á Landssjúkrahúsinum fyri piskesmæld.