Doyði umborð á trolara

Ein russiskur trolari kom í gjár inn á Klaksvíkina við einum manni, ið var deyður umborð.

Ein russiskur trolari kom í gjár inn á Klaksvíkina við einum deyðum manni.


Tað var ein 60 ára gamal útlendskur sjómaður, ið var deyður umborð á trolaranum. Maðurin verður nú flogin aftur til heimlandið.


Mett verður, at maðurin doyði av náturligum ávum, og vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir, at ongin illgruni er um, at nakað ólógligt er fari fram umborð á skipinum. Tað var ein lækni umborð, ið staðfesti at maðurin var deyður.