Samrøða
Síðani Føroyar av fyrstan sinni sluppu at blandað seg upp i altjóða fótbóltsheimin, hava ymsu fjølmiðlarnir dúgliga viðgjørt, hvussu okkara menn hava staðið seg. Kappast hevur verið kring alt Europa móti alskyns londum, og sjálvandi hava kringstøðurnar um dystin verið ymsar. Onkun tið á heimskendum leikvøllum so sum Crvena Zvezda í Beograd og C. Vanden Stock í Belgia, meðan staðarnavnið aðrar tíðir hevur verið minni hugvekjandi. Eitt nu á Serevalle í San Marino ella á Ta?Qali Stadion á Malta.
Ein felagsnevnari hevur tó alla tiðina verið í hesum frásagnum og vitjanum. Røddin hjá Jógvan Arge hevur hvørja ferð verið á staðnum, og umvegis fartelefon, satelitt ella onkra aðra tøkni hevur dysturin verið varpaður heim til Føroya Fólk.
Seinasta landsliðsferðin higartil gekk til Russlands, har okkara landslið skuldi takast við russisku bjørnina. Meðan landsliðsleikararnir dagin fyri dystin sluppu at venja seg við undirlagið á heimsgitna Luzjniki Stadion, fingu vit okkum eitt prát við útvarpsmannin, hvørs rødd man vera kend av hvørjum mansbarni her á landi.
Triðings øld á landsliðnum
Hóast tað nú eru liðin 12 ár, síðani síðani fyrsta undankappingardystin i Landskrona, so hevur Jógvan verið við fótbóltslandsliðnum í nógv longri tíð enn so.
- Eg plagi at siga tað, at eg havi verið á landsliðnum síðani 1967. Tá var eg fyrstu ferð uttanlands og varpaði fótbóltslandsdyst út. Tað var ein dystur í Reykjavík millum føroyska landsliðið og íslendska B-landsliðið. Tann dystin haldi eg vit taptu 2-1, men vit vóru væl við í dystinum. Jón Sigurð Joensen úr Klaksvík skoraði føroyska málið ta ferðina, og eg haldi, at hann tá javnaði til 1-1.
- Síðani tá havi eg verið við til teir nógvu landsdystirnar, sum Føroyar hava spælt. Í 70'unum var eg nakra ferðirnar í Íslandi, og eg havi onkun tíð verið í Hetlandi og Orkney oyggjunum. Í 80'unum vóru ikki so nógvir landsdystir, men eg var so við til onkrar dystir tá eisini.
Einki er at taka seg aftur í, at møguleikin fyri landsdystum øktist munandi, tá Føroyar so eisini komu við í altjóða fótbóltssamgonguna, FIFA, og sjálvandi var kenda útvarpsrøddin eisini við, tá sjøtul varð settur á hetta.
- Eg var til tann fyrsta dystin á Akranesi, sum var tann fyrsti FIFA-dysturin. Eg haldi hetta var í august mánaði í 1988, og tað var hesin undarligi dysturin, tá Páll Guðlaugsson fekk íslendingarnar í off-side felluna 23 ferðir. Tað var sjálvandi spennandi at vera við til tann dystin, og tapið upp á 1-0 var eisini eitt óvæntað gott úrslit, og eg minnist eisini Páll siga, at íslendingarnir høvdu fingið ein ov lættan sigur.
Tiltrongdar avbjóðingar
Eitt var FIFA limaskapur, og møguleiki at spæla altjóða góðkendar dystir, men veruliga kollveltingin kom kortini ikki fyrr enn Føroyar í 1990 sluppu at taka lut í EM-undankappingini. Tá komu brádliga fleiri nýggj lond á mótstøðukortini, og sjálvsagt var hetta eisini nakað, sum økti um spenningin við at fylgja landsliðnum.
- Ja, tá gjørdist hetta so til nakað heilt annað. Tað var væl eisini blivið til tað, at okkurt mátti henda. Eg hevði tá varpað fótbólt út í eini 25 ár, so hjá mær var tað líka sum tíð uppá, at okkurt hendi. Tað kundi gerast óinteressant at blíva við, bara at varpa føroysku landskappingina, og ongan tíð síggja nakran av teimum stóru leikarunum, uttan so at hetta fór fram á onkrum sjónvarpsskíggja.
- Tað var sostatt við stórum spenningi, at vit fóru undir hetta her, og Útvarpið legði beinan vegin stóran dent á at fylgja hesum landsliðnum. Av ti at vit samstundis komu at kappast við Sjónvarpið, gjørdu vit eisini av at senda tveir frásøgumenn við til dystirnar, tí vit hildu at tveir frásøgumenn betri megna at halda lív í eini reportasju, enn tá talan bert er um ein mann.
- Harumframt varð eisini lagdur dentur á, at tá vit vóru við landsliðnum og vitjaðu ymsu londini, so skuldu sendingar gerast um hesi londini, og hetta var eisini ein sera stór og spennandi avbjóðing. Tað er kanska tað, sum mann hevur fingið mest burtur úr á hesum ferðum. Tað at mann hevur gjørt reportasjur um onnur samfelagsviðurskifti enn fótbólt.
Uttan um fótbóltin
Fyri føroysku lurtararnar hevur helst eisini verið galdandi, at allar hesar sendingar um ymsu londini hava verið fylgdar við nærum eins stórum áhuga, sum sjálvir landsdystirnir hava verið tað. Við mikrofonini í hondini hevur verið vitjað bæði eystureftir og suðureftir, og fyri frásøgumenninar hevur talan sjálvandi eisini verið um nógvar ymsar og spennandi upplivingar.
- Spennandi hevur tað verið. Vit hava m.a. verið her í Moskva fyrr. Vit vóru í Rumenia eitt árið, og tað var sera, sera áhugavert. Eisini var tað sera spennandi á Kypros, har vit royndu at greiða frá, hvussu sundurbýtt landið var, men tann størsta upplivingin av øllum hesum mundi helst vera í Belfast. Har gjørdu vit eina rúgvu av sendingum um sundurbýtingina millum Írland og Norðurírland, og tað var fantastiska spennandi. Eg veit ikki um tað var so nógvur ófriður, akkurát meðan vit vóru har, men har var ein øgiligur spenningur. Nógvar herdeildir vóru at síggja á gøtunum, og mann fekk rættiliga varhugan av, hvussu friðarligt vit hava tað í Føroyum.
Landskrona var tað størsta
At taka saman um allar tær upplivingar, sum væl dámdi frásøgumaðurin hevur verið fyri, er helst ov rúgvusmikið til at fevna um einari einstakari blaðgrein. Hetta hevði kanska hóskað seg betri í onkrari av bókunum, sum Jógvan sjálvur skrivar. Vit settu tí spurningin, um tað er nøkur einstøk uppliving, sum hann hevur hug at draga fram um hinar, og her var Jógvan Arge ikki í iva eitt sekund,
- Tað er so púra klárt dysturin móti Eysturríki i Landskrona, sum var okkara fyrsti í EM-høpi. Tað er nokk tann, sum var tann størsta upplivingin. Eingin ivi um tað.
- Tað var ein fantastisk løta, tá ið Torkil fór ígjøgnum, og ikki minst tað, at verjan helt alla ta tíðina, sum var eftir av dystunum. Jens Martin lá flatur undir tvørstongini, og Mikkjal og Jóannes teir vardu av øllum alvi. Jú, tað var heilt fantastiskt.
Eysturlendsk ávirkan
Eitt eru tær ítróttarligu upplivingar, men sum Jógvan longu hevur verið inni á, so hava mentunarligu upplivingar eisini verið stórar. Tað at síggja, hvussu onnur samfeløg virka, er helst eisini nakað, sum ávirkar háttin, sum mann uppfatar sítt egna samfelag. Meðan landsliðið soleiðis hevur ferðast, eru múrarnir rapaðir eystanfyri, og Jógvan ásannar eisini, at hetta líka sum hevur sett nakað av perspektiv í hansara uppfatan av samfelagnum. Ikki minst nú Føroyar eru í eini liknandi støðu, har tjóðskaparrørslan hevur fingið eina sanna endurreisn.
- Eg havi hildið alla tíðina, síðani tað byrjaði at renna saman millum eystur og vestur, at tað skuldi vera løgið, um hetta ikki eisini fekk ávirkan á hugsunarháttin í Føroyum. Vit leggja kanska ikki so grúiliga væl merki til tað, men eg ivist onga løtu í, at vit eru heilt nógv ávirkað av tí, sum hendi eystanfyri, og tí skifti, sum hevur verið her ímillum.
- Tann gongdin, sum er í tí føroyska samfelagnum í dag, er óivað partvíst inspirerað av teimum hendingum, sum hevur verið í hesum londum og eisini øðrum londum eystanfyri. Hon er sjálvandi meira friðarlig her hjá okkum, men eg trúgvi, at gongdin er ikki sørt ávirkað av øllum hesum, sigur Jógvan Arge at enda, og undirstrikar við hesum seinasta, at tað at fylgja fótbóltslandsliðnum snýr seg um so nógv annað enn bert spælið við rundu leðurkúluni.