Drúgvur dagur hjá landsliðnum

Landsliðið í manshondbólti møtti á flogvøllinum klokkan 7.20 í morgun. knappar 35 tímar undan dystarbyrjan ímóti Montenegro

Dysturin Føroyar - Montenegro verður leiktur hósdagin 13. juni klokkan 18.30 føroyska tíð.

Tá ið eitt landslið spælir útidystir er vanligt at fara í góðari tíð. Hetta er eisini vanligt hjá hondbóltslandsliðum í Føroyum. Undan útidystunum í Montenegro og Ukraina, ið báðir vóru leiktir mikudag, fór landsliðið úr Føroyum mánamorgun, spældi venjingardystir í Danmark, og so víðari týsmorgun.

Hesaferð hevur landsliðið ongan venjingardyst spælt, tí farið var ikki úr Føroyum fyrr enn í morgun klokkan 7.20 - Slakar 35 tímar áðrenn heimadystin ímóti Montenegro, ið hesaferð verður leiktur í Farum hósdagin klokkan 18.30 føroyska tíð.

Beint eftir klokkan 13.00 danska tíð var komið til gistingarhúsið í Farum. Gistingarhúsið er partur av leikvøllinum hjá danska fótbóltsfelagnum, FC Nordsjælland, ið kallast Right to Dream Park. Maturin var longu á borðinum og skjótt var etið áðrenn fólk sloppu at hvíla seg í ein góðan tíma áðrenn liðfund klokkan 14.45.

Klokkan 15.15 var farið í høllina til einastu venjingina áðrenn dystin í annaðkvøld.

Klokkan 18.30 var landsliðið aftur á Right to Dream Park, har nátturðin stóð á borðinum. Samstundis sum etið var, kundi landsliðið fylgja við hinum dystinum í bólkinum, ímillum Ukraina og Danmark. Ein kærkomin hugni eftir at hava verið á ferð í so at siga allan dag, og klára kvøldarsólin hjálpir eisini upp á hugin. Leikararnir eru eisini vanir við hesar longu dagar, og duga óføra væl at samskipa orkuna hjá sær.

Leikararnir sleppa nú at taka sær av løttum, og hitt einasta, ið er eftir á skránni í kvøld er vanligi gongutúrurin ella gongufundurin klokkan 22.00 í kvøld áðrenn leikararnir fáa møguleika at fáa sær okkurt lætt at eta áðrenn songartíð.