DR sendir ikki Borgen sunnukvøldið

Vælumtókta dramarøðin hjá DR, Borgen, verður ikki á skíggjanum sunnukvøld eins og vanligt er, tí hondbóltur er á skránni.

 

DR hevur nú boðað frá, at ein týdningarmikil hondbóltsdystur er sunnukvøldið, og tí verður Borgen ikki at síggja.

 

DR ætlar heldur ikki at vísa sendingina ein tíma fyrr - sum fleiri høvdu væntað. Ístaðin hevur DR tikið støðu til, at hyggjarar mugu bíða eina viku eyka eftir at síggja næstu sending í røðini.

 

Aðrir danskir miðlar føra í dag fram, at orsøkin til hetta allarhelst er, at hyggjaratølini hjá DR vóru í botni farna sunnukvøld, tí tá spældu danir eisini hondbólt, og varð dysturin millum Danmark og Russland vístur á Tv2.