Danska útvarpstøðin P1, ið er partur av Danmarks Radio setti leygardagin í ein hálvan tíma fokus á Føroyar og málið um mannamunsgreinina. Tosað var við Løgmann Jóannes Eidesgaard, løgtingslimirnar Jenis av Rana, Óla Breckmann og Finn Helmsdal. Við tríggjar samkyndar føroyingar: Rasmus Rasmussen, ið livur opið sum samkyndur, ein, ið rópti seg Jón og sum livdi dupultlív, sum pápi og maður fyri familjuna og virkin í eini meinigheit og handan niðurrullaðar gardinir sum virkin samkyndur og unga leivíkingin Karsten Høgnesen, ið segði seg vera grøddan fyri sín samkyndleika. Eisini varð tosað við Niels Arge Galán sangara í 200 og við Hvalvíksprest Mogens Tilsted Christensen. Málið varð lýst gjølla í út við trý korter.
Sendingin handlaði um hvussu Føroyar í er ein partur av vesturheiminum, velur ikki at virða grunnleggjandi mannarættindini, og roynt var at lýsa hví so var. Sendingin varð upprunaliga send í juni, men varð nú endursend í sambandi við aktuella kjakið, og bæði frammanundan og eftir sendingina vóru kvinnurnar handan sendingina í útvarpshølinum og tosaðu um núverandi støðu. Hetta er enn eitt dømi um, hvussu umdømið hjá Føroyum verður skatt av málinum, ið hevur deilt føroysku tjóðina. Í løtuni hava yvir 18.000 fólk undirskriva mótmæli ímóti føroyska politikkinum á heimasíðuni act-against-homophobia.underskrifter.dk, og her er talan um fólk úr nógvum ymiskum londum, men meirilutin er úr Íslandi og Danmark, ið eru lond við fegin sammeta okkum við.