Dráttur ? Mjølnir 3 ? 1 (5-20, 25-23, 22-25, 25-23) Fyrstu ferð í 4 ár

Dráttur vann týdningarmikla oddadystin móti Mjølni, so nú er aftur fullkomliga javnt í oddinum í bestu føroysku kvinnudeildini í flogbólti

Flogbóltur


Tað er sagt fyrr. Kappingin um gullið fer at standa millum Mjølnir og Drátt. Sum er, eru hesi bæði liðini betur fyri og hava sterkari manning enn hini. At Mjølnir er í toppinum er sjálvsagt. Tað eru tær altíð, men í ár sær út til, at tað verður heldur torførari enn vanligt at vinna gullið.


Dráttur hevur viðrák

Í Drátti hevur framgongd verið seinastu árini. Landskappingin seinasta kappingarár gekk rættiliga væl, og liðið spældi seg í steypafinaluna, men har taptu tær tó fyri Mjølni. Í felagnum hevur verið arbeitt nógv fyri at fáa fíggjarligu karmarnar soleiðis, at venjari fekst til hetta kappingarárið, og tað eydnaðist. Úrslitini eru komin við venjaranum, og áhugin millum manna í Vágunum er nú eisini komin. Einir 100 áskoðarar vóru í høllini á Giljanesi og hugdu at hesum dystinum, og lagið var sera gott. Teir fingu undirhald, tí dysturin var ein sannur "gysari".


Mjølnir góða byrjan

Mjølnir kom framum í øllum settunum. Ágangandi servur og hart álopsspæl syrgdu fyri tí, men Dráttur kom so líðandi fyri seg og vann leiðsluna inn aftur. Í fyrsta settinum var Mjølnir frammanfyri til miðskeiðis í settinum. Liðini togaðust nú eina løtu, men fjølbroytt álopsspæl frá Drátti og nakrar villur hjá Mjølni avgjørdu hetta settið. 5 stig vóru á muni, og tað var tað mesta í dystinum.

Í 2. setti var gongdin tann sama, men nú helt Mjølnir longur á. Tær vóru frammanfyri 23-21, og tá plagar Mjølnir at vinna. Tað var kanska eisini tað sum var trupulleikin. Kvinnurnar í Mjølni eru so vanar at vinna, at mótstøða sum í hesum dystinum er óvanlig. Dráttur megnaði at vinna hetta settið eisini, so nú lá bara heilt væl fyri.


Sum í Klaksvík

Í dystinum í Klaksvík millum hesi liðini, var støðan tann sama. Dráttur var frammanfyri 2-0, men so tók Mjølnir yvir. Tað sama var í hesum dystinum.

Við Marjun Kalsø á odda, sum hevur hevað á liðnum í nógv ár, bardi Mjølnir seg inn aftur í dystin. Margit Joensen spældi á kantinum, og hon var besta álopið hjá Mjølni. Serliga smashini beint oman eftir linjuni eydnaðust væl. Tina Jacobsen, sum spælir á miðjuni hevur havt skaða, og hon var als ikki so sjónlig, sum hon plagar. Tí gekk nógv spæl ígjøgnum kantsmashararnar. 3. settið var eins og hini sera javnt, men nú eydnaðist Mjølni at vera frammanfyri allan vegin upp í 25.


Spennandi endi

Fjáltur var nú um at koma á Drátt og áskoðararnar í høllini. Skuldi tað heldur ikki eydnast ídag? Dráttur hevði ikki vunnið landskappingardyst ímóti Mjølni í 4 ár, so tapið lá og lúrdi.

Hetta settið var tí merkt av fjáltri frá báðum síðum. Í øllum dystinum høvdu kvinnurnar í Mjølni gjørt fleiri mistøk enn tær plaga. Smash fóru útum og í netið, og eisini nógvar servur vóru misnýttar. Hetta settið var einki undantak í so máta, men tó var Mjølnir frammanfyri 23-21 fyri aðru ferð í dystinum. Dráttur vann servuna, og 19 ára gamla Sólgerð Henriksen fór aftur at serva. Hon spælir á miðjuni, og hevði í dystinum staðið seg væl. Hon avgjørdi dystin við 4 sera góðum servum, sum kvinnurnar í Mjølni ikki fingu nóg væl fram til hevaran til at rættiligt álop fekst í lag.

Sjálvandi var rómurin á spælarunum og á áskoðarunum í høllini stórur. Dráttur tók týðandi stig í landskappingini, og framtíðin sær ljós út. Gerda Nattestad, sum var ein at stuðlunum seinasta kappingarár fer nú at spæla við aftur, eftir at hon hevur verið burturstødd. Tað fer at styrkja um liðið enn meira. Mjølnir tapti henda dystin, men tað er eingin ólukka. Tað er bara spennandi hjá okkum sum fylgja við flogbólti, at Mjølnir fær kapping, og tað hava tær helst einki ímóti sjálvar.