FLOGBÓLTUR
Hvørki Dráttur ella TB høvdu nakað serligt at spæla um, tá liðini møttust á Giljanesi leygardagin í seinasta umfarinum av landskappingini. Dráttur hevði longu tryggjað sær bronsuheiðursmerkini undan seinasta leikumfari, meðan TB hevði ein lítlan møguleika at fáa KÍF aftur á fjórða plássi. Til hetta kravdist tó, at tær vunnu sín dyst ímóti Drátti, meðan KÍF tapti fyri Mjølni.
Einki ivamál
Dráttur lat tó ongan iva vera um, at bronsuheiðursmerkini vóru fult uppiborin. Tær settu seg nevniliga á dystin alt fyri eitt, og tær vunnu sær eisini eina lítla leiðslu tíðliga í fyrsta setti. So við og við øktu tær nakað um leiðsluni, og móti endanum var greitt, at Dráttur helst fór at vinna hetta settið. Tað gjørdu tær eisini, og úrslitið av hesum var 25-20 til Drátt.
Í øðrum setti var munurin enn størri á liðunum. Nú var Dráttur nógv betri, og tær løgdu seg eisini á odda mest sum alt fyri eitt. Sum settið leið, øktu tær bara um munin, og at enda vunnu tær ein sannførandi 25-16 sigur, og her var alt, sum bendi á, at Dráttur fór at vinna ein sannførandi sigur.
TB var betri við
Í triðja setti høvdu gestirnar av Tvøroyri tó sæð, hvønn veg tað var. Nú settu tær alt inn fyri at halda sær inni í dystinu, og hetta settið bleiv eisini tað mest spennandi í dystinum. Nú fylgdust liðini at kalla allan vegin, og munurin var so at siga eingin.
Til tíðir var Dráttur oman á, og til tíðir førdi TB, men til síðst var tað tó Dráttur, sum royndist betri. TB fylgdi við allan vegin til 24-24, men hereftir vann Dráttur síðstu tveir bóltarnar, og sostatt tóku tær sær eisini av triðja setti, sum tær vunnu 26-24.
Við sigrinum staðfesti Dráttur, at bronsuheiðursmerkini hoyra heima á Giljanesi, og tær endaðu heili sjey stig frammanfyri KÍF á fjórða plássi.