Dragin 10 ár á baki

Í sambandi við at Dragin hevur 10 ár á baki sum skúlaskip og hevur verið við til at prýtt um á vágni í Klaksvík hesi árini var boðið til móttøku umborð á Draganum í dag.

Borgarstjórin, Jógvan Skorheim, var eisini umborð og fekk eitt lugárprát og ein góðan bita frá kokkinum. Nógv fólk hevur vitjað umborð í dag og vórðu nógvar góðar søgur fortaldar.

Dragin varð keyptur í 1992 til núverandi virksemi. Teir nýttu 11 ár at seta hann í stand. Síðani hevur Dragin m. a. virkað sum skúlaskip og eisini verið við til ymiskar útferðir, bæði her heima og uttanlands.

Nógv virksemi er kring henda snotiliga bát, sum hevur eina drúgva søgu, ið byrjar á Københavns Kutterværft í Keypmannahavn, har hann varð smíðaður í 1945 úr eik. Dragin, sum er longdur í Fuglafirði, er systirskip til Rituna, ið sigldi til Skopunar í síni tíð.

Fleiri av vinunum og viðskiftafólkunum hjá Dragnaum hava vitjað umborð í dag - Jógvan Skorheim, borgarstjórin nýtti høvið at ynskja til lukku og góðan byr frameftir.

Orð og Myndir: Dávur Winther